Skúladepilin í Suðuroy næstan lamin

Vánaliga internetsambandið í Suðuroynni ávirkar gerandisdagin á Miðnámsskúlanum og Heilsuskúlanum í stóran mun.

Undirvísingin er í stóran mun tengd at internetinum. Miðjað verður ímóti, at skúlarnir í mest møguligan mun eru pappírsleysir sum ein liður í eini grønari kós. Størsti partur av undirvísingartilfarinum er umvegis internetið sum s-bøkur og annað tilfar. Stórur partur av samskiftinum og skrásetingum á skúlunum fer fram umvegis internetið, eins og allar innlatingar fara fram umvegis internetið.

Serliga óheppið er tað fyri teir 37 næmingarnar í  3. flokkunum á Miðnámsskúlanum, sum í løtuni skriva Breytaverkætlan, ið er ein týdningarmikil próvtøka. Næmingarnir hava tørv á at finna tilfar og kunning á netinum fyri at gera hesa verkætlan. Próvstovan er kunnað um viðurskiftini og atlit verða tikin.

Sum støðan er nú, eru viðurskiftini als ikki nøktandi fyri framkomnar skúlar. Skúladepilin vónar, at ein loysn verður funnin skjótast gjørligt, so vanliga virksemið kann halda fram á skúlunum.

Skúlarnir heita eisini staðiliga á tey, sum varða av internetsambandinum um at framtíðartryggja hetta, so støðan ikki endurtekur seg.

Heilsuskúli Føroya og Miðnámsskúlin í Suðuroy

Facebook viðmerkingar