LEIÐARIN: Internetsambandið í Suðuroynni hevur seinasta mánaðin verið vánaligt og nú er tað so versnað uppaftur meiri og er út av lagi vánaligt.
Vánaliga internet sambandið hevur ávirkan á arbeiðspláss, á skúlar og heima hjá fólki, tí internetið er vorðin ein so týðandi partur av gerandisdegi okkara.
Ónøgdin í Suðuroynni er stór og standa fólk spyrjandi um hví NET ikki tryggjar Suðuroynni nøktandi samskifti.
Tveir kaðalar hava verið buðlurin í samskiftinum hjá Suðuroynni út í heim. Í fjør-summar varð kaðalin millum Víkabyrgi og Skálavík avbrotin, men varð frávalt at umvæla hetta brotið.
Í januar fór so hin kaðalin og hevur hetta ført við sær, at Suðuroyggin hevur mist týðandi samband við umheimin. Og tá so kaðalin um Skopunarfjørð fór nú um dagarnar, so hevur Suðuroyggin at kalla “onki samskiftis samband”.
Stovnar, skúlar og húsarhald “onki samband”
Í Suðuroynni eru nógvir stovnar ávirkaðir av vánaliga sambandinum. Virksemi á Suðuroyar Sjúkrahúsi er skert. Bíðitíðin á Suðuroyar Apoteki long, tí online-skipanin koyrir illa og summar tíðir als ikki. Flestu almennir og kommunalir stovnar eru darvaðir av manglandi internetsambandi.
Skúladepilin og fólkaskúlar eru ávirkaðir. Næmingar hava trupulleika við at lata inn uppgávur umvegis interneti og loysa uppgávur á internetinum.
Hjá húsarhaldum er nærum ógjørligt at hyggja eftir sjónvarpi umvegis interneti og somu viðurskifti eru galdandi, tá stroymast skal á netinum. Bíðitíðin er long um ein grein skal lesast á netinum, tí tað tekur 20+ sekund at taka niður myndirnar, sum eru tilknýttar greinarnar.
Støðan er átaluverd!
Støðan er átaluverd og eigur NET at koma við frágreiðing um:
1) Hví Suðuroyggin og nú eisini Sandoyggin ikki fáa nøktandi samskifti?
2) Hví varð kaðalbrekið í Víkarbyrgi ikki umvælt beinanvegin í fjørsummar?
3) Meinar NET, at suðuroyingar skulu góðtaka hesa viðferð – hetta er jú ikki fyrstu ferð, at Suðuroyggin er í hesari støðuni við breki á báðum samskiftiskaðalum til Suðuroynna
4) Meinar NET at tað er rímuligt, at suðuroyingar gjalda fullan takst fyri internet-ferð teir ikki fáa?
5) Metir NET, at tænastustøðið til suðuroyingar er nøktandi?
Nú vit skriva 2020 er internetsamband vorðið ein týðandi partur av alsamt fleiri arbeiðsplássum og skúlaskapi í Føroyum, soleiðis eisini í Suðuroynni. Tað er als ikki nøktandi, at eitt alment partafelag, sum hevur veitingarskyldu til alt landið ikki røkir uppgávuna at veita tænastur til Suðuroynna til fulnar !
Facebook viðmerkingar