H71-VB sunnudagin

Ítróttur

Sunnudagin kl. 14.30 skal VB spæla ímóti H71 í høllini í Hoyvík. Talan er um dyst millum nr. 3 og nr. 5 í Hvonndeildini.

VB, sum er á 3. plássi hevur tó 18 stig, meðan H71 hevur 7 stig. Bæði liðini hava spælt 12 dystir.

VB skal reisa seg aftur eftir tapið ímóti VÍF á heimavølli í Vági farna vikuskifti. H71 spældi sunnudagin javnleik ímóti Stíf í høllini í Hoyvík.

Dysturin í høllini í Hoyvík verður kl. 14.30 sunnudagin.

 

Mynd: Bjartur Vest

Facebook viðmerkingar