Fiskiskapur úr skeiva endanum

Henrik Old hevur í dag latið løgtinginum eitt uppskot til samtyktar, har hann heitir á landsstýrismannin, um at leggja uppskot fyri løgtingið til støðutakan um, hvørt loyvi skal gevast til at fiska reyðátu í føroyskum sjógvi.

Nú verður boðað frá, at Fiskimálaráðið hevur útskrivað trý royndarloyvir til royndir at fiska
reyðátu við Føroyar. Henrik Old, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, heldur tað ikki vera í lagi, at hetta verður gjørt uttan um Løgtingið, og tí hevur hann latið løgtinginum eitt uppskot til samtyktar um at fáa hetta viðgjørt.

– Hetta er eitt sera prinsipielt mál, at mann tekur avgerð um hetta, uttan at Løgtingið hevur havt møguleika at viðgera og úttala seg um, hvørt mann í heila tikið skal fiska reyðátu, sigur Henrik Old í viðmerkingunum.

Hann vísir á, at Noreg fiskar reyðátu við suðurpolin, og norska stjórnin hevur givið loyvi til at fiska

á leið 350.000 tons í norskum sjógvi. Hetta er gjørt, sjálvt um norsku fiskivinnufeløgini hava

mótmælt harðliga. Tað eru fleiri milliónir tons av fiski, sum um summarið eta serliga reyðátu í

føroyskum sjógvi og her á leið.

– Eg haldi, at tað vera at fara undir fiskiskap frá tí skeiva endanum, við tað at mann fyrst fer at fiska

føðina, sum ein stórur partur av fiskinum skal liva av. Tí skjóti eg upp, at Løgtingið fær møguleika

at siga sína hugsan um roynd eftir reyðátu, sigur Henrik Old.

Facebook viðmerkingar