Støðan á eldraøkinum í røttum tølum

Um vikuskiftið var ein yvirskrift á in.fo, sum segði, at næstan annaðhvørt fólk, ið arbeiðir sum heilsuhjálpari á eldraøkinum kring landið, hevur onga útbúgving. Í greinini verður víst á, at tað tilsamans er talan um gott og væl 700 fólk, ið arbeiða sum heilsurøktarar í eldraøkinum kring landið, men av teimum eru tað yvir 330, sum ikki hava útbúgving. Víðari sigur greinin, at nógv ringast stendur til í Suðurstreymoy. Sagt verður, at har eru sløk 230 fólk, ið arbeiða sum heilsuhjálparar í eldrarøktini, men at tað bara eru stívliga 90 av teimum, sum hava útbúgving.

Eg noyðist at vísa á, at støðan á eldraøkinum ikki kann gerast so einfalt upp. Tølini mugu gerast upp í ársverkum, skalt tú kunna siga nakað um støðuna. Tí veruleikin er tann, at fleiri av teimum ófaklærdu, sum víst verður til, eru avloysarar, sum koma inn at taka nakrar tímar av og á. Hesir avloysarar eru sjáldan faklærd fólk. Tosa vit harafturímóti um starvsfólk í føstum starvi, er støðan ein heilt onnur. Til dømis kann eg vísa á, at í Norðoyggjum eru tilsamans 35 ófaklærd, sum arbeiða á økinum, men talan er bert um 14,7 ófaklærd, tá vit tosa um ársverk.

Tað er harmiligt, at tøl verða brúkt, sum lýsa støðuna so nógv verri, enn hon er. Tað hevði verið áhugavert at fingið tølini í ársverkum, so vit kunnu viðgera støðuna á eldraøkinum við røttum útgangsstøði. Tí tað er eingin ivi um, at vit eiga at taka tøk á hesum økinum, so bæði okkara eldru og starvsfólkini, sum starvast á eldraøkinum, hava virðiligar umstøður.

Bjarni Hammer

Facebook viðmerkingar