Eg eri gjørdur varugur við viðurskifti, sum ikki eru nóg góð

Gott og gevandi at vitja limirnar kring landið

Farnu vikurnar havi eg verið á ferð kring alt landið, og vitjað nógvar stovnar og arbeiðspláss. Eg takki tykkum so hjartaliga fyri, at eg fekk møguleika fyri hesum, og síggja, hvussu tit gerandisdegnum og í summum førum arbeiða undir viðurskiftum, sum kundu betrast munandi. Hendan vitjanin hevur lært meg sera nógv um, hvat tað er fyri sáttmálaviðurskifti og lønarviðurskifti starvsfólkini starvast undir, og hvussu sera umráðandi tað er, at formaðurin er til staðar úti á arbeiðsplássunum,  saman við limunum og álitisfólkunum, sum hann er leiðari fyri, og hevur ábyrgdina av. Nú formansvalið stendur fyri durunum, vil eg heita á tykkum, um at brúka tykkara rætt, og gera tykkara atkvøðu galdandi.

Tvungnir at sigla við Smyrli uttan løn

Hesar fáu dagar, eg havi verið úti og vitjað fleiri arbeiðspláss, eri eg gjørdur varugur við ymisk viðurskifti, sum ikki eru nóg góð, og mugu fáast í rætt lag skjótast gjørligt. T.d. eru tað partar av manningini umborð á Smyrli, sum noyðast at vera umborð í fleiri tímar uttan løn, tí teir eru partar av eini trygdarskipan. Hetta eru limir í Starvsmannafelagnum, sum eru noyddir at møta á arbeiðsplássinum 5-6 tímar áðrenn vaktin byrjar, uttan at fáa eina krónu fyri tað. Er hetta rætt og rímiligt? Í einum so framkomnum samfelag, sum okkara, átti hetta ikki at komið fyri. Starvsmannafelagið hevur samráðingarrættin, og hevur júst skrivað undir nýggjan sáttmála, uttan at hava fingið hesi viðurskifti uppá pláss. Nú er tíðin komin, at fáa skil á hesum. Hetta líkist milt sagt ongum.

Formaðurin skal út á arbeiðsplássini!

Eg bjóði meg fram, sum formann í Starvsmannafelagnum fyrst og fremst, tí at eg havi stóran áhuga í fakfelagsarbeiði. Hendan áhuga havi eg havt, síðani eg byrjaði á arbeiðsmarknaðinum fyri nógvum árum síðani, og hendan áhuga skulu tit merkja við mær, sum formanni. Tá hesin møguleiki stóð mær í boði, var eg ikki í iva. Um eg fái møguleikan at gerast formaður, vil eg vera sjónligur, ganga nýggjar leiðir, og seta álitisfólkið og limirnar í hásætið. Eg vil leggja eina ætlan saman við hvørjum einstøkum stovni, har eg komi at vitja úti á arbeiðsplássunum, og hava fundir minst 2 ferðir árliga, har arbeiðsviðurskifti og trivnaður verða umrøddir. Hetta vil eg gera, fyri at skapa betri sambond millum arbeiðsplássini og felagið. Vit, sum størsta fakfelag í landinum, skulu síggjast og hoyrast í samfelagnum, og vera við í samfelagskjakinum, so okkara limir kunnu vera stoltir av felagnum. Formaðurin er ein sentralur persónur, og har er tað umráðandi, at vit vísa okkara styrki í samfelagnum. Vit skulu hava ávirkan á samfelagið, og kunna vísa á skeivleikar, sum ávirka okkara limir dagliga. Um trupulleikar stinga seg upp á arbeiðsplássinum, skulu tit ikki vera í iva um, at við mær sum formanni, komi eg at ganga á odda fyri at fremja bestu loysnina fyri tykkum og fyri arbeiðsplássini.

Í samráðingunum í 2017 seldi formaðurin í Starvsmannafelagnum 22% av álitisfólkahópinum fyri 489 kr. til arbeiðsgevaran

Talið av álitisfólkum fór úr 109 niður á 85. Hetta var ein gøla og eitt vónbrot, fyri fakfelagsrørsluna, og felagið, sum heild. Tað eru limirnir, ið eiga felagið, og tað eru álitisfólkini, ið ganga á odda. At selja rættindini til arbeiðsgevaran var eitt stórt vónbrot. Hetta vóru vunnin rættindir í sáttmálanum, og tryggleikin hjá limunum, ið vórðu seld til arbeiðsgevaran fyri lítið og einki.

Vit mugu ongantíð ganga við til at minka um hópin av álitisfólkum – tí tá velja vit at skerja eftirlitið við sáttmálan, og rættindini hjá okkara limum á arbeiðsmarknaðinum. Hetta hevði eg aldri góðtikið, um eg stóð fyri samráðingum. Álitisfólkahópurin er okkara styrki og andlitið yvir fyri arbeiðsgevaranum, sum skal tryggja, at alt gongur rætt fyri seg á arbeiðsplássinum, og at sáttmálin verður yvirhildin.Vit skulu heldur styrkja um álitisfólkahópin, so limirnir gerast enn sterkari úti á arbeiðsmarknaðinum. Vit mugu ongantíð skera beini av okkum sjálvum, og vit mugu ikki slaka fyri okkara fakfelagsrættindum. Arbeiðsgevarin ynskir sjálvandi at fækka um álitisfólkini, so at minni eftirlit er á arbeiðsplássinum, og soleiðis fær arbeiðsgevarin frítt spæl.

Kvinnur og menn javnsetast í eftirlønini

Kjak hevur tikið seg upp, nú tað er komið undan kavi, at kvinnur fáa nógv minni útgoldið í lívrentu enn menn, tí at útgjaldið er roknað eftir, hvussu leingi fólk liva. Hetta er púra burturvið. Í mínari verð er hetta eitt mál fyri fakfeløgini. Ikki bara fyri Starvsmannafelagið, men alla fakfelagsrørsluna. Vit eiga sjálvsagt gera tað, sum skal til fyri at fáa hetta broytt. Og uttan at nakar missur nakað.

Eitt fakfelag hevur ábyrgd fyri viðurskiftunum hjá øllum limum felagsins. Tí skulu vit tala at, og broyta tað, sum setir nakrar limir í verri støðu enn aðrar. Í hesum føri er stórur órættur millum kynini, og tað mugu vit rætta uppá. Vit, sum fakfelag, hava stríðst fyri eftirløn fyri okkara limir, og vit skulu sjálvsagt ikki góðtaka, at eftirlønin nú ger mismun á kvinnum og monnum.

Fakfelagsrørslan hevur søguliga virkað fyri, at kvinnur og menn fingu somu løn. Og enn hava vit nógv at arbeiða fyri, so hetta eisini verður galdandi á eftirlønarøkinum.

Eg sakni eitt alment kjak, har politikararnir og fakfeløgini varpa ljós á hetta evnið, og koma við teirra meiningum um, hvussu og nær ætlanin er at fáa henda ójavna rættaðan. Hetta fari eg at varpa ljós á, og má hetta broytast skjótast gjørligt.

Javnstøðupolitikkur er eisini fakfelagspolitikkur

Nógvir hundrað limir eru við sviðusoð

Starvsmannafelagið hevur limir, ið beinleiðis eru dotnir niður ímillum. Hetta eru starvsfólk, ið hava staðið á síðsta lønarstigi í nógv ár, uttan at verða bólkað av nýggjum – er tað rætt og rímiligt? Hesi starvsfólk hava ognað sær útbúgving, vitan og royndir í gjøgnum nógv ár og víðari útbúgving uttan at fáa eina krónu fyri førleikamenning. Hetta nýtur arbeiðsgevarin gott av. Tað er óvirðiligt fyri hesar limir, og vil eg arbeiða hart fyri at fáa hetta uppá pláss til komandi sáttmálasamráðingar. Eftir sjey ár á arbeiðsmarknaðinum, hava limirnir nátt hægsta lønarstig. Tað er ikki virðiligt, at fólk víga sítt lív til arbeiðsplássið í 20, 30 ella 40 ár, og lønin stendur í stað eftir sjey árum. Hvør einstakur arbeiðstakari er áhugaður í at fáa eina góða løn, og sjálvandi skulu vit hava tað, vit hava uppiborið. Tí er tað neyðugt at endurskoða lønarskipanina og lønarflokkarnar. 

Vit mugu lyfta í felag. Tey lágløntu skulu lyftast, og eisini má tað vera munur á lønarflokki, tá tað snýr seg um limir við útbúgving og limir uttan útbúgving. Limirnir eru tilfeingið hjá arbeiðsgevarunum, og tað eru vit, ið útinna arbeiðið. Tað eru limirnir, sum stríðast í gerandisdegnum, og sum skulu lønast og heiðrast fyri tað arbeiði, og ta framgongd arbeiðsplássini hava. Tað er eingin sjálvfylgja, at lønin fylgir við. Vit mugu standa saman, og stríðast enn meira fyri lønini, og halda rimmar fast í vunnum rættindum.

Almenna og Kommunala økið

Tað er kent fyri okkum øll, sum arbeiða innan tað almenna ella kommunala økið, at stovnurin skal spara. Hetta hoyra vit øll, næstan hvørt ár, tá fíggjarlógin verður framløgd. Tá hugsa vit øll: – Er tað meg, tað gongur út yvir nú? Vit hugsa eisini, hvat skal nú niðurleggjast? Hvør skal hava uppgávurnar og ikki minst, hvør skal renna skjótari í gerandisdegnum – alt hetta fyri somu løn. Tað er heilt klárt, at tann privati sektorurin liggur altíð uppá lúr eftir at yvirtaka uppgávurnar hjá tí almenna, so hetta kann gerast so bíligt, sum gjørligt. Eg haldi, at vit skulu altíð vera kappingarfør innan okkara øki, og duga at effektivisera, tá tað gert neyðugt. Hetta fyri, at tann privati stovnurin ikki skal yvirtaka okkara øki.

Nýggja lønarskipan

Fyri uml. 20 árum síðani bleiv eitt nýtt lønarlag tikið í nýtslu í Danmark. Hetta nýggja lønarlagið fekk heiti Nyløn, sum merkir kvalifikatiónsløn og funktiónsløn. T.v.s., at um tað verður álagt einum starvsfólki fleiri uppgávur, og ein er kvalifiseraður til at røkja uppgávurnar, hevur ein møguleika fyri at fara beinleiðis til tann nærmasta leiðaran, fyri at fáa eina samsvarandi lønarhækkan. Hetta er uttanfyri sáttmálasamráðingarnar. Eg haldi, at vit áttu at tikið henda spurning upp við fíggjarmálaráðið til komandi samráðingar.

Áhaldni og Samanhald gevur úrslit!

Eitt gott dømi uppá, hvussu umráðandi tað er, at fakfelagsandin er í hásæti.

Fyri fáum árum síðani tóku starvsfólkið á Sjúkraflutningstænastuni stig til at taka stríði upp við Havnar Arbeiðsmannafelag, um at melda seg úr felagnum, og skifta yvir í Starvsmannafelagið. Hetta bleiv gjørt fyri at betra um okkara viðurskifti innan okkara øki. Tað var ein harður dystur, men tað eydnaðist okkum at gerast limir í Starvsmannafelagnum og fáa nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráðið í februar 2010. Sjálvur var eg ein av eldsálunum, saman við øðrum góðum starvsfeløgum, fyri at fáa fakfelagsskiftið á mál. Tað sum eyðkendi okkum var samanhaldið. Vit stóðu sterk saman um okkara mál, og vildu ikki gevast, og tað gav úrslit. Latið okkum standa saman um ein nýggjan formann, og ongantíð gloyma stríðshugin.


Ynskja tit ein formann, ið er sjónligur og nærlagdur, og sum stendur saman við limunum og vil berjast fyri teirra sakum? Og ynskja tit ein formann, ið torir at varpa ljós á vánalig arbeiðsviðurskifti og á skeivleikar, ið raka limirnar í samfelagnum?

Nú formansvalið stendur fyri durunum, vil eg heita á tykkum, um at brúka tykkara rætt, og gera tykkara atkvøðu galdandi.

Ynskja tit ein formann, ið er sjónligur og nærlagdur, og sum stendur saman við limunum og vil berjast fyri teirra sakum? Og ynskja tit ein formann, ið torir at varpa ljós á vánalig arbeiðsviðurskifti og á skeivleikar, ið raka limirnar í samfelagnum?

– So skulu tit atkvøða fyri mær til formansvalið tann 7. mars. Um tað ikki liggur fyri at koma til aðalfundin, so kunnu eisini atkvøða talgilt frá 16. februar til 6. mars. Hetta kann gerast við at venda sær til felagið á tlf. 614868 ella við telduposti á starvsmannafelag(at)starvsmannafelag.fo og biðja um atkvøðuseðil. 

Gott val

Vinarliga,

Gunnar Hjelm, formansvalevni

Facebook viðmerkingar