Aksel V. Johannesen: Gloymið ikki Sandoynna í bíðitíðini

Landsstýrismaðurin við samferðslumálum skal nú svara einum fyrispurningi um, hví kvøldartúrarnir verða tiknir av ferðaætlanini hjá Teistanum. Aksel V. Johannesen spyr m.a. Jørgen Niclasen, hvussu hann heldur, at hetta fer at ávirka trivnaðin í Sandoynni.

Á almennum fundi 13. februar í Skopun greiddu stjóri og onnur umboð fyri Strandfaraskip Landsins (SSL) frá, hvørjar tillagingar verða gjørdar á leið 60 og 61 í tíðarskeiðnum fram til Sandoyartunnilin er liðugur. Frá fólki, sum vóru á fundinum, verður sagt, at umboðini fyri SSL m.a. boðaðu frá, at tveir teir seinastu túrarnir á degnum verða tiknir av ferðaætlanini hjá Teistanum, og í staðin skal fergan Hasfjord røkja hesa siglingina. Sambært umboðunum frá SSL var orsøkin manglandi játtan.

Gongst sum ætlað, verður koyrandi millum Streymoynna og Sandoynna í 2023. Tað eru altso í minsta lagi trý ár eftir, har fólk og virksemi í Sandoynni í stóran mun eru tengd at almennu samferðsluni. Tí undrar tað Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, at stórar broytingar verða gjørdar í ferðaætlanini í bíðitíðini. Hann hevur sett landsstýrismanninum við samferðslumálum ein fyrispurning.

– Sjálvur vitji eg javnan á Sandoynni og eg havi ongantíð upplivað, at tað hava verið færri enn 12 fólk við seinasta túrinum. Eru tiltøk ella veitslur í oynni, eru tað stórir bólkar av fólki, sum hava fyri neyðini at sleppa heim aftur við einum av kvøldtúrunum. Tí undrar tað meg, at tað verða gjørdar so stórar tillagingar á leiðini so langt áðrenn tunnilin er liðugur, sigur Aksel V. Johannesen og vísir á, at hetta uttan iva fer at hava neiliga ávirkan á trivnaðin í oynni.

Jørgen Niclasen skal svara fyrispurninginum innan 10 yrkadagar.

Facebook viðmerkingar