Tórskvøldið 5. mars kl. 19 skipar Miðnámsskúlin í Suðuroy fyri tiltakinum “Opið hús”, har øll eru hjartaliga vælkomin at vitja á skúlanum.
Høvið verður at síggja skúlan, at hitta lærarar, at síggja undirvísingartilfar v.m.
Lestrarvegleiðarar kunna um útbúgvingarmøguleikar.
Eisini fara næmingar at greiða frá um skúlan. Og Húsaorkestrið fer at framføra nøkur løg.
Skúlin bjóðar kaffi og køku.
Freistin at søkja á Miðnám í Suðuroy er sunnudagin 15. mars. Í hesum sambandi verður víst til heimasíðu skúlans: www.midnam.fo
Facebook viðmerkingar