Nógva brimið hevur eisini gjørt seg inn á aliringar á firðunum í Suðuroynni. Á Hovsfirði er ein aliringur slitnaður sundur og liggur fastur í fóðurflakanum. Harumframt liggur ein aliringur inni í mølini í Ørðavík.
Ongin laksur er í ringunum á Hovsfirði. Ikki er greitt hvar ringur í Ørðavík er frá.
Laksur er í aliringunum í Froðba og í Hvalba. Í skrivandi stund er ógreitt hvussu illveðrið hevur ávirkað hesi aliøkini.
Myndirnar tók Niels Jacob Eysturberg.
Facebook viðmerkingar