Fyrilestur í Miðlatúni týsdagin: Tað er bara ein virus

Háaktuellur live fyrilestur í hesum “Corona-tíðum” í Miðlatúni týsdagin 3. mars 2020 kl. 17.45

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri einari røð av fyrilestrum í Miðlatúni. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus, og kunnu ikki stroymast aðrastaðir á Internetinum, og verða heldur ikki lagdir út alment aftaná. Tí er einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Miðlatúni og í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við yrilestrahaldaran, og møguleiki er at seta spurningar via SMS ella Twitter og fáa live svar eftir fyrilesturin.

Yvirskrift: Tað er bert ein virus
Fyrilesturhaldari: Yvirlækni og virusgranskari Anders Fomsgaard, Statens Serum Institut
Mál: Danskt
Kostnaður: Ókeypis atgongd
Í steðginum verður ókeypis drekkamunnur at fáa.

Um fyrilesturin skrivar Aarhus Universitet:
“Virus er det mindste smitstof. Det er overalt, og det trænger ind i og udnytter levende celler til at formere sig. En del virus gør os syge. Hør om de vigtigste kendetegn for virus, og hør om hvordan virusforskerne må tænke for at bekæmpe dem.”

Facebook viðmerkingar