Í morgun sigldi tangaskipið Bothnia, sum kom á Vág við olju til Vágsverkið hjá SEV, á aliringar hjá Bakkafrost uttarliga á Vágsfirði.
Bothnia sigldi beint gjøgnum aliringarnar og hevur gjørt skaða á fleiri ringar. Kannað verður eisini um skaði er komin á festir og annað. Ongin laksur var í ringunum.
Myndirnar niðanfyri vísa aliringarnar, Bothnia og so tann eina aliringin, sum fór serliga illa.
Facebook viðmerkingar