125 leikarar til Futsal kapping í Vági

Í vetur hava feløgini FC Suðuroy, TB og Royn gjørt av at skipa fyri Futsal kappingum í Suðuroynni fyri allar aldursbólkar og bæði kyn. Fyrsta kappingin var í november í Ítróttahøllini í Trongisvági, og sunnudagin var so aftur kapping, hesaferð í Vágs Høll.

Tilsamans 125 leikarar luttóku í Futsal kappingini og eru fyrireikararnir sera væl nøgdir við kappingina og áhugan fyri kappingini.

Á Facebook-bólkinum hjá Suðuroyingum, eru fleiri myndir og video-upptøkur frá kappingini sunnudagin.

Facebook-bólkin finnur tú her

Facebook viðmerkingar