Tova og Beinir vunnu 9. umfar í sjavs

Tórsdagin í farnu viku var 9. umfar í sjavs á skránni í VB-húsinum. Hetta umfarið vunnu Tova Kjærbo og Beinir Thomsen.

Úrslitið av kappingini var:
Nr. 1. Tova Kjærbo og Beinir Thomsen, 4 stig hvør
Nr. 2. Jákup Lisberg og Páll Lervig, 3 stig hvør
Nr. 3. Ann Mari Rubecksdóttir og Birgir Skorastein, 2 stig hvør
Nr. 4. Emly Poulsen og Eirik Poulsen, 1 stig hvør

Næsta kapping verður tórskvøldið 5. mars kl. 18.30 og spælt verður í VB-húsinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar