Fríðolf og Karl Jóhan vunnu 10. umfar í sjavs

Tórsdagin í farnu viku var 10. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag. Úrslitið var hetta:

Nr. 1. Fríðolf Eysturberg og Karl Jóhan Tausen, 4 stig hvør
Nr. 2. Guðrun Kristiansen og Karin Kalsberg, 3 stig hvør
Nr. 3. Jákup Joensen og Gudmund Poulsen, 2 stig hvør
Nr. 4. Magni Augustinussen og Páll Lervig, 1 stig hvør.

Eins og onnur tiltøk, so er ongin sjavskapping á skrá orsaka av tilmælunum í samband við fyribyrgjan av smittu av corona-virus. Lýst verður, tá næsta kapping er.

Facebook viðmerkingar