Innsavningin hjá IRF er ein samfelagsberandi tænasta, sum ikki má steðga upp. Í sambandi við Coronasmittuna hava vit tí sett herd tiltøk í verk fyri at tryggja, at innsavningin av burturkasti kann halda fram so ótarnað sum gjørligt.
Allar IRF-støðir avbyrgdar
- IRF tekur ímóti burturkasti sum vanligt, men eingin vitjandi sleppa inn á støðirnar hjá IRF. Hetta verður gjørt fyri at fyribyrgja, at okkara starvsfólk verða smittaði.
Hvør bilur hjá IRF er ein avbyrgd eind
- Hvør bilur hjá IRF er ein avbyrgd eind, og fólkið í bilunum skal hava minst møguligt persónligt samband við onnur í arbeiðstíðini.
Alt samskiftið umvegis tlf og teldu
- Alt samskiftið millum starvsfólkið hjá IRF og onnur skal vera umvegis tlf ella teldu. Vit heita á borgarar og viðskiftafólk um ikki at seta seg persónligt í samband við starvsfólki hjá IRF, tá tey eru til arbeiðis. Eisini heita vit á viðskiftafólk okkara um í størsta mun at brúka bíleggingartænastuna á www.irf.fo.
Leiðsla, fyrisiting og koyrideild arbeiða heimanifrá
- Starvsfólkini í leiðsluni, fyrisitingini og koyrideildini arbeiða heimanifrá.
Eingin ferðing og bert talgildir fundir
- Øll ferðing í arbeiðsørindum er avlýst, og alt fundarvirksemi er avlýst, útsett ella verður avgreitt talgilt.
Serhøllin fyribils stongd
- Serhøllin er fyribils stongd til 30. mars, og sostatt verður eingin innsavning og hagreiðing av serburturkasti í hesum tíðarskeiðinum. Serburturkast umfatar umfatar elektronikk, køli- og frystiskáp og serliga dálkandi burturkast.
Facebook viðmerkingar