Corona: Ein nýggjur tilburður seinasta samdøgrið

Tað eru nú í alt 179 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 4653 kanningarúrslit.

Landslæknin er komin eftir, at tað í gjár av røttum skuldu verið 178 og ikki 177 persónar, sum høvdu fingið staðfest smittuna. Sostatt er ein persónur staðfestur smittaðir afturat seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru í alt 91 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna.

Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Facebook viðmerkingar