Corona: Tvey smittaði og átta frísk seinasta samdøgrið

Tað eru nú í alt 183 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 4934 kanningarúrslit.

Sostatt eru tveir persónar staðfestir smittaðir seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 107 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Ein persónur eru innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Facebook viðmerkingar