FabLab í Vági: Klárt at framleiða smittuverju útgerð

Kring allan heim er stórur eftirspurningur eftir útgerð av ymiskum slagi í samband við korona-virus pandemi’ina. Stórur eftirspurningur er eftir útgerð til at kanna um fólk hava ella hava havt korona-smittuna, og harumframt er eisini sera stórur eftirspurningur eftir útgerð til fyribyrgjan av smittu útbreiðslu, bæði til privat fólk og til heilsuverkið.

Millum annað er stórur eftirspurningur eftir hjálmagluggum (sí myndina), sum verður brúkt av fólki innan heilsuverkið í samband við smittuverju av korona-smittuni.

Á FabLab í Vági hevur Tina Grønbech Tausen, leiðari, framleitt hesir hjálmagluggarnar, sum eru góðkendir av danska Sunhedsstyrelsen. Tina greiður frá, at hjálmagluggin verður framleiddur við 3d-prentaranum á FabLab í Vági og framleiðslukostnaðurin er sera lágur, undir 10 kr. fyri hvønn.

Tina greiður eisini frá, at donsk FabLab’ini eru øll ígongd við at framleiða hjálmagluggar, og eru tey eisini á FabLab í Vági til reiðar at fara undir at framleiða hjálmagluggar, um tørvur verður á tí. Umframt 3d-prentarar á FabLab í Vági, so er FabLab á Kambsdali eisini ígongd, og hava sjálvboðin kring landið, sum eiga 3d-prentara eisini bjóða seg fram at framleiða hjálmagluggar, um tørvur gerst á tí.

Sum er, so hava vit ikki nógv tilfar á goymslu, so vit mugu bíleggja tilfar, um vit skulu ígongd við at framleiða nógvar hjálmagluggar. Sum er, hava vit framleitt hjálmagluggar til Heilsumiðstøðina í Vági og tannlæknastovuna á Tvøroyri, sigur Tina Grønbech Tausen.

Facebook viðmerkingar