Starvslýsing: ​Lærarastørv í Tvøroyrar skúla

Søkt verður eftir lærarum til:

· 2 føst lærarastørv til setan frá 1.august 2020.

· 1 tíðaravmarkað starv 1. august 2020-31.juli 2021

· 1 tíðaravmarkað starv við 20 tímum  í serflokki 1. august 2020-31.juli 2021 .

og, sum

– undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans

– duga at samstarva og eru fyrikomandi

– eru fús/ir at taka á seg allar tær fjølbroyttu og fjøltáttaðu uppgávurnar, sum eru í skúlanum

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving. Umsøkjarar, sum hava flokslærararoyndir, kunna undirvísa í støddfrøði í mið-/hádeild, í føroyskum í innskúlingini,  handverk&list hava fyrimun.

Tvøroyrar skúli er skipaður sum ein skúli við einari deild í Trongisvági, har innskúlingin fer fram, og mið- og hádeild  í deildini í Tvøroyrar skúla. Vit hava, í samstarvi við býráðið og skúlastýrið, gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.

Umframt neyðug flokshøli og serstovur er skúlin tøkniliga væl útgjørdur. Samvirknar talvur eru í øllum skúlastovum og í fleiri serhølum, skúlin er hampiliga væl útgjørdur við teldum til næmingarnar, og internetsamband er í øllum skúlanum. Av bókum til flokkarnar hava vit alt tað nýggjasta, ið er útkomið á føroyskum, umframt tað, ið tørvur er á av útlendskum tilfari. Trongisvágs skúli er eisini  granni við barnagarðin Mýrifípuna, ið vit samstarva við.

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Størvini verða lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir við prógvi og CV skal verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29.mei 2020 kl. 12.00.

Umsóknin skal sendast sum teldupostur til:

tvo@skulin.fo

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til skúlastjóran, Jón Johannesen á tlf. 222320 í skrivstovutíð skúlans. (Sí heimasíðu skúlans á tvoroyrarskuli.fo)

Facebook viðmerkingar