TB letur upp fjepparahandil

Hin 13. mai 2020 er 128-ára føðingardagurin hjá aldursforsetanum í føroyskum fótbólti, TB. Vit hildu tað var eitt upplagt høvi til at lata upp ein fjepparahandil, har til ber at keypa ymiskt, ið so ella so hevur við felagið at gera.

Hans Olaf Johannesen (Bakaríið hjá Hans Olaf), ið herfyri keypti bygningin hjá Gaards Bakarí, hevur enn einaferð verið felagnum beinasamur, og hevur givið felagnum loyvi til at nýta gomlu handilshølin hjá Gaards Bakarí, til at hava TB-handil í. Hetta er eisini í tráð við andan hjá Arnold Gaard, ið er ein sannur TB-viðhaldsmaður inn á bein og altíð hevur verið TB ein dyggur stuðul – ikki minst tey árini, ið hann rak Gaards Bakarí.

Hyggur tú framvið Sjógøtu 256 í morgin millum kl. 16-18, so bjóða vit kaffi, køkur, poppkorn og saft til børnini. Vit selja harafturat TB-húgvur, turrikløð, krúss og pennar. Eitt úrval av TB-klæðum, ið TB samstarvar við Sport24 um, verður eisini at síggja. Til ber eisini at keypa sær plátur til sera væl umtókta online-bingoið hjá TB, ið veruliga hevur fingið fast undir fótunum kring alt landið.

Handilin kemur at vera opin meðan landskappingin er í gongd. Vit vita ikki júst hvørjar tíðir vit fara at nýta enn, men ætlanin er, at av og á verða tað núverandi og fyrrverandi TB-leikarar, ið koma til at standa í handlinum, so til ber hjá fólki at heilsa uppá og fáa eitt gott prát.

Facebook viðmerkingar