Bergur Godtfred: Midnáttarrøðan á jóansøku 2020

Góðu vágbingar burturi og heima, góðu gestir og fundarfólk!

Tað er ein sera stórur heiður fyri meg at standa her og skula halda midnáttarrøðuna á jóansøku í Vági. Tað hevði jeg ikki trú skuldi vera mær fyri. Jeg kvakk við, tá Julius ringdi til mín og spurdi meg. Tá ið jeg spurdi hann, hví hann og tey hugsaðu um meg, segði hann, at tað ofta var ein útisetavágbingur, ið helt midnáttarrøðuna. Um tað er fortreytin, eri jeg væl skikkaður, tí jeg flutti úr Vági í 1971, so næsta ár verða tað heili 50 ár síðan.

Tað er ikki tí, at jeg haldi meg vera so væl skikkaðan til at halda eina midnáttarrøðu, men jeg skilti, at teir vóru í dýrastu neyð, og so vildi jeg sjálvandi ikki svíkja gamlar vinir, nú SO illa stóð til 😊.

Hetta verður ikki nøkur háfloygd og mergjað røða – heldur ein meira hugfarslig og afturlítandi rundferð, har jeg fari at lata tankarnar leita aftur til mínar góðu gomlu barna- og ungdómsdagar í Vági og taka støði í mínum upplivilsum og kenslum. Tað var her, jeg var borin í heim og vaks upp, og Vágur er og fer altið at vera ein partur av mínum samleika. Tað er ikki vist, at jeg minnist alt púra rætt og eftir bókini, men sum ein segði, søgan passaði ikki, men hon var góð.

Júst um hesa tíðina á árinum fyri uml. 50 árum síðani var ofta gott veður við ljósum kvøldum og nætrum, har floksfelagirnir og jeg gingu langar túrar runt í bygdini og prátaðu, nú vanliga skúlagongdin var liðug og lesiferia var. Tað var helst nakað meira av feriu heldur enn lesing. Samanhaldið í flokkinum var sera gott, og okur vóru nógv saman. Meira um tað seinni. Hvørt vár og summar um hesa tíðina kemur tann sama góða kenslan yvir meg sum tá, og jeg fari at leingjast aftur til Vágs – meira enn vanligt.

Jeg eri altíð glaður fyri at koma aftur til Vágs – glaður fyri, at fólk kenna meg aftur, og glaður fyri, hvussu blíð og fyrikomandi øll altíð eru, og jeg eri glaður fyri, at høvi rættiliga ofta er hjá mær at vitja suður aftur. Soleiðis hevur tað lukkutíð verið meira og minni øll árini. At fólk kenna meg aftur er kanska ikki so løgi, tí tvíburðabróðurin er javnan at síggja í sjónvarpinum, og tí kunnu fólk flest fylgja aldursboytingunum í útsjóndini, sum helst eru – sjálvt um danir siga: “Det er ikke til at se det, hvis man ikke lige ved det”. Lat meg siga alt fyri eitt, at jeg kann ikki endursendast sum Bogi-bróður. Hjá mær er tað, sum hjá Amin Jensen: “Jeg vóni, at tykor dáma tað, tí okur kunnu ikki gera tað umaftur”.

Fyri nøkrum árum síðani stóð ein grein í Vikublaðnum um munin á skemtingarseminum (humorinum) í ymisku bygdunum í Suðuroynni. Har stóð, at Vágbingar fyrst flenna eftir sær sjálvum, áðrenn teir flenna eftir øðrum, og tað er helst nakað um tað. Jeg vóni, at tykur taka tað, sum jeg sigi, skemtiligt, og jeg vóni ikki, at jeg komi til at “skuffa” nakran, tá ið jeg nevni onkran við navni og ikki onkran annan, og at jeg nevni tey við teimum nøvnum, ið okur brúktu tá. Tað er ikki fyri at seta upp ella niður á nakran.

Skuldi jeg greitt frá øllum, ið jeg havi upplivað í mínum barna- og umgdómsárum í Vági, kundi tað verðið upp í fleiri bøkur. Tað loyvir tíðin ikki, so jeg má bara skoyta eitt sindur aftur og fram á okkurt av tí, sum liggur frammarliga í minninum.

Mín inngongd í verðina var ein ódnardag á hávetri síðst í januar mánaða í 1954. Mamma visti ikki, at hon skuldi hava tvíburðar, og okur vóru ov tíðliga føddir. Tað stóð um lív, so avgjørt var at fara á sjúkrahúsið á Tvøroyri. Eingin koyrivegur var, so mamma varð løgd niður á eina børðu og okur báðir inn á skinnið omaná. Síðan umborð á ein 50-tonsara og børan spent fast inni í egningarskúrinum. So var siglt í einar 2 tímar við ikki minni enn 7-8 skiparum umborð. Jeg minnist ikki túrin, men sjóverkið havi jeg enn. Bjóði ikki til at eta hvørki rullusteik ella rullukaku.

Hetta var sjálvsagt ein sensatión í Vági hetta árið, og tað var javnan í uppvøkstrinum, at fólk prátaðu við meg um hetta, so sjálvt um jeg ikki mintist tað sjálvur, havi jeg hoyrt um tað so ofta, at jeg bæði síggi tað fyri mær og føli tað. Líka mikið – jeg slapp við lívinum takkað verið mammu, pabba, abbunum og hinum skiparunum um borð og so sjálvandi dugnaligu starvsfólkunum á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Vøggan stóð í Tippinum, og har búðu fólkini, ið jeg frá fyrstan tíð livdi saman við. Mamma og pabba vóru altíð har, tí pabba hevði Shell-oljusøluna og arbeiddi heimanífrá, og tey kappaðust um at gera tað gott fyri hvønn annan og okum. Í grannalagnum vóru fastrar, systkinabørn, grannar, vinir og kenningar. Jeg kann nevna onkran: Har vóru Olivia og Egil, Evi-fastir, Elsa-fastir og Magnus á Nesi, Esther og Harry í Botni, Tyra og Haakun í Botni, Oddvør og Johannes Larsen, Marna við familju, Anna og Aksel í Vík, Amanda og Dallin hjá Mouritsi, Bodil við familju, Mourits og Karlena, Ella og Dion, Martha og Johannes, Maria, Lena og Jimmy, Daniella og Petur Emil og Poul, Brynhild og Joh. Andr. Næs, Johanna Horn, Elsa Maria og Christian Nolsøe, Elsa og Páll Horn o.o. Okur deildu millumbygljuantennu við Næs. Ein kopartráður var spentur millum húsini, og antennan kom væl við, tá okur lurtaðu var eftir útvarpinum (sum hoyrdist heilt illa), normanninum á Vigra, danskaranum á Kalundborg, BBC og ikki minst Luxembourg Radio um kvøldið.

Tippið var besta spæliplássið í verðini saman við restini av bygdini. Sera væl røkti garðurin runt húsini var fyrsta spæliplássið. Har vóru grasplenur, berjarunnar og trøð, asfalt og beton, ein betonbrunnur til at sigla við bátum í, reiggjur og ein flúgvari, ið snurraði í vindinum. Hann var góður at skjóta til máls eftir við luftbyrsu. Verkstaður var í kjallaranum, og okur høvdu dunnur og hønur og likkuskurð hvørt summar. Tann eini likkuskurðurin var løgin, tí hann fór bara í vatnbrunnin at baða sær hvønn sunnumorgun.

Tá ið jeg megnaði at klíva upp um garðin, var bandið tikið av portrinum, og nú lá øll bygdin, bøurin og fjørðurin víðopin fyri lívliga dreinginum, sum í minsta lagi hevði tvær ferirnar dupultan damp. Grindalykkjurnar hingu undir takskegginum á hjallinum, og tú skart tær eitt petti av at hava í lummanum, um svongdin fór at gera um seg, og tú ikki tímdi at fara heim.

Tippið var fult av børnum, og har var eitt gott, trygt og lívligt umhvørvi. Har kundi tú spæla allan dagin langan og alt kvøldið við. Uppi á ovara vegi sparkaðu okur fótbólt, spældu rundbólt, kowboy og indianarar, henny over, klikk, lakkaðu o.m.a. Ofta var eisini gjørt fortreð, og hugflogið feilti onki. Okur funnu uppá mangt og hvat, men fyri ikki at geva teimum ungu her alt ov nógv góð hugskot, skal jeg ikki siga meira um tað. Tá ið myrku kvøldini byrjaðu, var peran í lyktapelanum á horninum við húsini hjá Marnu steinað niður, so vegurin og túni var so myrkt, sum tað skuldi vera til at spæla krógva og blunda.

Var EIN svangur, fór tú við inn og fekk breyðstykki og drekkamunn, og vart tú kaldur, fekst tú hitan. Onkur hevði kolkomfýr, onkur annar hevði AGA-komfýr og brendi koks, fleiri høvdu petroleum og uppaftur onnur høvdu el-komfýr. Men køkarnir vóru altíð heitir og blíðskapurin var stórur.

Verkstaðið hjá Dion var ein miðdepil. Har vart tú altíð vælkomin at hyggja at, at telgja, saga og smíða, og savna træ til at brenna bál. Dion var tolin og barnavinaligur. Bogi-bróður, Lítli Dion, Mourits, Óli, Rúni, Julius, Regin o.a. vóru fyrstu spælikammeratarnir og Martin og Uni Næs, áðrenn teir fluttu til Havnar. Jeg haldi, at jeg upplivdi fyrstu lívskreppuna, tá ið teir fluttu. Tað var ein kvøkkur og tyktist óveruligt og ringt hjá einum smádreingi at fata, at nakar kundi fara úr hesum paradísinum.

“Hønhúsið” hjá Ellu og Dion var okkara frítíðarheim, og har var lukkutíð eingin pedagogur til at spilla spælið, og foreldrini hildu seg burtur í passaligari frástøðu. Lítli Dion var ein fittur leiðari í frítíðarhønhúsinum, sum hann stýrdi við bleytari hond. Har vóru fyrstu sigarettirnar royktar og verðinssituatiónin í dreingjahædd varð orðnað.

Onkuntíð sluppu okur at vera við, tá ið størru dreingirnir sum Hans og Jóan Petur, Kristian og Dánial, Tom og aðrir spældu saman. Borðtennis var í onkrum kjallara – t.d. hjá Evi, og jeg haldi hjá Mourits og Karlenu, og seinni fekk loftið á verkstaðnum hjá Dion stóran týdning, tí har spældu okur borðtennis í nøkur ár.

Okur runnu og súkklaðu runt húsini, spældu í bønum og ikki minst í fjørini ella í mølini, sum okur søgdu. Har fangaðu okur krabbar, sigldu við bátum, róðu á flakum og í báti, fiskaðu og fiskaðu á keiðini. Likkuskururin skuldi jú hava feskan ternumurt og smáseið hvønn dag. Einaferð var jeg áhalsin og datt út av keiðini og í keihylin. Lukkutíð arbeiddu teir sild, so keihylurin var so saltur, at eg fleyt upp sum ein proppur, og Magnus á Báraldarbakka og aðrir hivaðu meg uppaftur. Takk fyri tað Magnus og tykur. Tú og tykur eiga lívið í mær. Jeg minnist, at jeg tímdi ikki at taka tráðuna heim við, tí jeg fór bara heim at skifta, so var jeg aftur á keiðini. Soleiðis var lívið tá. Einki roks og einki grenj.

Um veturin spældu okur í kavanum, bygu kavahús og kavamenn, skreiddu á sletu og stóðu á træskoytum í brekkunum og á jarnskoytum á vatninum. Træskoyturnar gjørdi Dion, og so varð farið vestur í Garðasmiðjuna at fáa jarn lagt uppundir. Tað var undrunarvert, so tolin tey vaksnu vóru við okum, og at “betala” fyri nakað slíkt, var ikki talan um.

Tú vart ikki gamal, tá ið tú vart sendur til handils “at keypa”. Ein seðil í hondina, har pengarnir vóru pakkaðir inn. Tú legði seðilin og pengarnar á skivuna, og so varð koyrt í posan. Jeg mundi koyra flestu gerandisvørurnar, sum okur brúktu, heim á súkkluni. Tað var stuttligt at koma runt í ymisku handlarnar í bygdini, sum eisini vóru smáar tíðindastovur, samskiftis- og kjakstovur. Har luktaði av pyslu, osti, tubbaki, petroleum o.ø.

Nærmasti handilin hjá okum var hjá Skraddaranum. Har var mangan stuttligt, og tú kundi sita á hálvvegginum við petroliumspumpuna eina góða løtu seinnapartarnar. Jens og Kathrina vóru ógvuliga fitt, heit og fyrikomandi. Har var “verðinssituatiónin” í Vági viðgjørd og kommenterað. Kathrina hevði “temperament”, eina heita “persónligheit” og eitt eyðsýnt dramatiskt talent, og hon “involveraði” seg í alt og øll við húð og hár. Einaferð var prátið í handlinum um, at ein maður í grannalagnum var komin heim við damu. Tá helt ein eldri maður fyri, at tað var bara so keðiligt, at hon var blind. “Hon er ikki blind”, søgdu hini. “Naa, men hví leiðir hann hana so alla tíðina”? Ja, tá var tað ikki so vanligt í Vági, at pør leiddust alment úti á vegnum.

Ein annar handil, ið hevði stóran týdning fyri meg, var handilin hjá Malenu Kirke, sum okur róptu fyri Ebbe-konan, tí hon var gift við Esbern Kirke, ið var róptur Ebbe. Har kundi tú fáa lutir til súkkluna, og tað hevði stóran týdning, tí súkklan skuldi altíð vera klár og virka, sum hon skuldi. At súkklan so eisini varð pyntað við bæði einum og øðrum, gjørdi tað ikki verri – heldur ikki fyri Ebbu-konuna. Tá vóru ikki fleiri gear á súkklunum, so um summarið koyrdi jeg við einum minni tannhjuli, tí tá var ikki so nógvur vindur, og um veturin við einum størri tannhjuli, tí tá var meira mótvindur, og tá skuldi súkklan trekkja betri. Ketan mátti sjálvsagt styttast og leingjast eftir støddini á tannhjulinum, og “deilirnar” fekst tú hjá Ebbu-konuni.

Niðanfyri hjá okum var bakarí’ið og konditarí’ið hjá Peturi Nolsøe – seinni hjá Adolf. Har var ein juke-boks, og tað var øgiliga spennandi at koyra eitt 25-oyra ella eitt 50-oyra í maskinuna, velja eina plátu og síggja hana ferðast inni í juke-boksini. Tað var eisini stuttligt at síggja donsku marinararnar standa uttan fyri hurðina og tingast um, hvør fyrstur skuldi fara inn, og tá ið ein so legði á hurðina, gjørdu allir tað sama so proppur kom í, og soleiðis var tað hvørja ferð. Petur Nolsøe yngri hevði dúgvur í erva í uttara endanum, og tað var stuttligt at fylgja við í. Eldri Petur hevði kalkunir í garðinum omanfyri við síðuna av hjá okum, men tað var ikki so stuttligt, tí tær larmaðu so illa, at tú nóg illa fekst sovi.

Árstíðirnar høvdu sína serstøku rundgongd. Undan jólum hugdi tú í pyntaðu handils-vindeyguni hjá Christensen, hjá Lenu og Anskar, og í Sápuhúsinum hjá Elisabeth og Petur Otto. Har var altíð okkurt forvitnisligt, ið tú kundi ynskja tær. Á nýggjárinum varð brent bál ymsastaðni og í ymsum býlingum. Okur brendu bál niðri á bakkanum. Jólagávupengarnir fóru til at keypa “kinesarar” í krambúðini á Gørðunum, og so var skotið uppá lívið í fleiri dagar. Nýggjárshald var í Bethel nýggjársaftan, so har kundi tú fara inn millum skjótingina at stilla ringastu svongdina. Mamma var, sum vera man, í køkinum, so tað bar væl til. Jeg minnist, tá ið skipaða nýggjárshaldið við skyldmanninum Mogens Dahl á odda byrjaði, og einaferð var jeg trummusláari til skrúgognuna frá skúlanum og vestur á sandin. Eg man hava verið nóg takfastur eftir guitarundirvísingina hjá Frelsunarherinum, sum okur róptu “Frelsensher”.

Upp undir føstulávint skuldu grýluklæðini vera klár, og ikki minst skuldi keppurin vera málaður og í góðum standi. Keppin hevði tú við tær runt í bygdini føstulávintsmánadag, tá ið tú gekst frá tunnusláing til tunnusláing. Tú læt teg í føstulávintsklæði, og byrjað var at sláa tunnu í Tippinum. So vestur í Toftir, á Løghamar, á Oyrabø og so at enda vestur á Garðarnar, har ið arbeiðsmenninir á Gørðunum slóu tunnu. Á ferðini vestureftir leskaði tú tær við dropsum frá Ellu Dahl, frá Diinum, í kioskini á keiini hjá Poul í Hovi, í Digo, hjá Tummas við Kráir, ella frá Hilluni. Tú keypti ís hjá Torbjørn og Kasparu, og sodavatn og romkúlur á konditarínum á Gørðunum. Tá ið okur vórðu eitt sindur eldri, fóru okur biltúr við 2CV’aranum hjá klokkaranum norður á Tvøroyri at keypa føstulávintsbollar og sodavatn frá Dimon og ís frá Lilleven. Takið á bilinum kundi rullast av, og bilurin, sum var stústappaður við dreingjum, hevði stóra yvirvekt og luftfjarðar, og tað var sum at sigla bitevind við slupp at koyra við honum, men tað var stuttligt.

Á páskum vóru páskareggini málað, og um summarið fiskaði jeg seið og reyðfisk á fjørðinium við hvíta tríbekkinum við reyðu stokkunum, og okur fiskaðu við skrubbugarni saman við Magnusi á Nesi. Út á fjørðin at seta garnið um kvøldið, eftir garninum kvøldið eftir, reinsa garnið og rekja tað upp dagin eftir og út aftur at seta um kvøldið. Skrubbur, tungur og reyðsprøkur í rúgvuvís og ríkiligt av feskum mati um summarið. Jakku Wensil, sum í síni tíð var voddbindari uppi á loftinum í Digo og tiltikin garnfiskari í Kollafirði, hevði bundið garnið, ið enn hekk fríkst og sum nýtt í hjallinum hjá Magnusi, tá ið jeg vitjaði hann og Elsu einaferð mitt í 1990’unum.

Aftaná ólavsøku hjálptu okur grannunum at hoyggja og bera inn. Onkuntíð var grind, og tá mátti tú vera klárur at bera dampandi nýruni heim. Tíðliga um heystið var náti og lomvji skoldaður í stóru vaskigrýtuni í kjallaranum og seinni um heystið varð slaktað. Blørurnar vóru hongdar upp at turka til at bresta á nýggjárinum. Síðurnar skuldu skjótt svíðast, og so mátti jeg vestur til Magnus Veyhe og keypa ein pegil av spritti at brúka til eld at svíða við. Skinnini vóru saltað, rullað saman og løgd á bagaguberaran á súkkluni og koyrd vestur í kjallaran á Gørðunum, har Tórbjørn Benjardøgg var so fittur at taka ímótið. Tú fekst nakrar krónur fyri skinnini, og tær vóru helst brúktar til sodavant og flødabollar á Konditarínum, til drops í krambúðini hjá Kissa ella til kandissukur í krambúðini hjá Diasi. Har dugdu tey so væl at gera kramarhús, og ríkiligt av familjurabatt varð koyrt í.

Til ársgongdina hoyrdi, at í november mánaða var basarurin hjá Frelsunarherinum í skúlakjallaranum. Har var mangt forvitnisligt hjá einum forvitnum dreingi at fáa eyga á. Millum annað sá jeg, at onkrar gávur, sum mamma hevði fingið í føðingardagsgávu á ólavssøku, stóðu á hillini á basarinum. Hon tímdi ikki so væl tað nýggja og hevði nóg mikið í tí gamla, ið var nóg gott til hennara, helt hon.

Tá ið heystið kom fram ímótið vetri, hugdi tú út ígjøgnum vindeygað hvønn morgun fyri at vita, hvussu langt oman kavin nú var komin. Nú kundi tað ikki verða so leingi, til tú aftur slapp út at skreiða og standa á skoytum á vatninum. Pabba átti jarnskoytur, sum hann brúkti, tá ið hann var í Aberdeen. Har var innandura skoytuhøll, og hann var rættiliga stinnur at standa á skoytum. Skoyturnar vóru tiknar fram, settar í skrúvustikkuna og fílaðar við rundfíl, so kantarnir vóru hvassir sum knívar. Pabba mintist, tá ið bál var kynt á vatninum og harmonika spældi, meðan umgdómurin stóð á skoytum. Tað var ikki so í mínari tíð, men er helst tikið upp aftur seinni, tá ið jeg var farin úr Vági. Soleiðis var gongdin árið runt.

Onkuntíð hendi okkurt annað, ið ikki altíð var ein partur av ársgongdini. Tú merkti eitt serligt huglag í skúlanum, at nú fór okkurt serstakt at henda. Knappliga vóru uttaramenn og vestaramenn – sum okur róptir bøfressarnir – ikki saman í skúlagarðinum, og tú kundi lættliga verða ákædur fyri at njósnast, um tú vart saman við onkrum frá “fíggindanum”. Ja, tú kundi eisini verða passaður upp, um tú komst inn í fíggindaøki í vestara partinum av bygdini aftan á skúlatíð. Hetta var ikki altíð so lætt fyri meg, tá ið jeg skuldi ørindi fyri Gunnar-abban, sum búði beint vestan fyri Hvandalsá / Skálá, ið var markið millum uttaramenn og vestaramenn.

Hendan innara órógvskenslan gjørdi, at tú fórt heim at fyrireika teg og hyggja eftir vápnagoymsluni. Bogar og pílar vóru gjørdar, slyngur og slangubyrsur vóru riggaðar til, og farið var vestur á Fløgulið at keypa kongar, og tú mátti lúgva teg til, at pabba skuldi brúka kongarnar. Brúktar sinnops- og ketchupfløskur vóru funnar fram, og gummihanskafingrar vóru settir á. Smásteinar vóru savnaðir inn til lóðurgoymsluna, og onkur keypti tráður ella “lántu” tær umborð á útróðrarbátum. Lóðurgoymslan umfataði eisini runubløk, ið hoyrdu til tyngru skotvápnini eins og tráðurnar.

Alt hetta var øgiliga spennandi, og eingin amerikanskur krígsfilmur kundi máta seg við spenningin við sjálvur at fara og vera í kríggj. Kríggini vóru stuttlig og undirhaldandi, men eisini nóg árvarslig, tí einaferð hendi ein keðilig vanlukka. Eina aðru ferð var gjørt av, at kríggið og bardagin skuldi avgerast við holmgongu millum tveir av stóru dreingjunum. Holmgongan stóð á uppi á vegnum í Toftum uttan fyri bakarí’ið hjá Torbjørn, men jeg minnist ikki, hvør ið vann.

Í Vági kundi tú sum smádrongur fáa innlit í alt handa slag av handverki og virksemi, ið tú kundi hugsa tær. Jeg havi nevnt snikkaravirkið hjá Dion og hjá Skraddaranum. Har kundi tú síggja Knút Lisberg sita uppi á borðinum við krosskastaðum beinum og seyma. Leif Djurhuus hevði bilverkstað á Marknoyri, Hans Hjalt í Toftalíð og Sjúrður Strøm í kjallaranum hjá Petur Nolsøe, Sofus Nolsøe hevði rør- og blikksmiðju, Johannes á Nesi hevði skósmiðju, Posthúsið var beint vestanfyri, Ella Dahl var fotografur, á Tjørn hevði Martin Joensen olju- og heilsølu, Misa-Pauli og Pól-Barber kliptu og rakaðu, í Toftum bakaðu Torbjørn og Kaspara, og har kundi tú fáa gásina stokta í stóra ovninum á jólum. Skip komu og fóru, og nógv virksemi var á keiðini og á Fløgulið – ikki minst, tá ið sildatíðin var. Í smiðjuni hjá Argja-Palla var nógv virksemi tá sum nú, og Bent stóð har við sveisibrillum ella við heitu essuna og smíðaði. So var tað bedingin við bikhúsinum og Garðasmiðjan, har Albert Hentze var smiðjumeistari, snikkaravirki var í Lágabø, Petur Bein, sum var systkinabarn ommu, var skósmiður ella skómakari í Oyrabø, nógv ymiskt virksemi var á Gørðunum, og jeg kundi hildið fram. Allastaðni var ein forvitin drongur vælkomin at hyggja at og fylgja við. Nú um dagarnar, jeg var í Vági og á bedingini, spurdi jeg eftir bikhúsinum og fekk at vita, at gamla bikhúsið er burtur, men at eitt nýtt er bygt, og at gamla motorhúsið við spælinum verður bygt upp aftur beint her við, sum okur standa.

Barnaárini ganga skjótt, og ungdómsárini taka so líðandi yvir. Í Vági var nóg mikið av øllum at fara og ganga til. Eftir skúlatíð var ofta stuttligt at sita inni hjá Margrethu og Jørgen ella “Jyrgon”, sum okur søgdu. Tá segði eingin “Jugga”. Tað man vera komið eftir, at jeg eri farin úr Vági. Margretha sat innanfyri í kioskini og var fitt og tolin, sjálvt um dreingirnir larmaðu og bannaðu nakað illa. Bókasavnið í gamla skúla var opið eini tvey kvøld um vikuna, og har vóru klassisku dreingjabøkurnar lántar og lisnar á tamb. Hjá “Frelsens-her” lærdi jeg at spæla gittar, og jeg gekk so við og við til alt, sum tú kundi ganga til í Vági, og tað var ikki so lítið. Í Betel í sunnudagsskúla og á møti, til guitarspæl og til ungdómsmøti hjá Frelsunarherinum, til skótar í Meinigheitshúsinum, á Bakkan hjá Hans Jakke Hjelm hvørt kvøld, í biograf hjá “Jyrgon” mánakvøld og tórskvøld, og í Framtíðina at lurta eftir tónleiki, tá ið dansur var leygarkvøld og sunnukvøld. Ofta spældu “Sound Pipers” – eitt frálíkt orkestur við Arnfinni Thomassen sum forsangara, Ólavi Magnussen á trummum, og Ulf Nolsøe og Dan Joensen spældu guitar og bass.

Mánadag og tórsdag fyrrapart kom “Jyrgon” ella Óli Emil (“Óli-mil”) á knallert og hongdi nýggjar biografplakatir upp í glásskápið niðanfyri skúlan við síðuna av hjá Ellu Dahl. Okur fylgdu væl við úr vindyganum í skúlanum, og runnu oman í fríkorterinum at hyggja eftir, hvør filmur varð vístur um kvøldið. Tú kundi hava fast pláss í biografinum, og tá skuldi tú bara vera eftir “billettunum” áðrenn 5-10 minuttir í 7 (19:00).

Nú so nógv tos er um at seta standmyndir av fólki her og har, skuldi Hans Jakke Hjelm heilt vist fingið eina standmynd ella eina plátu fyri tolið, hann vísti okum ungdómum, nú hann hevði hotellið opið um kvøldarnar sum eitt annað ungdómshús og á ein hátt virkaði sum óløntur ungómsleiðari. Okur fingu hann enntá til at skrúva radio’ið yvir á Luxembourg fyri at lurta eftir tónleiki, sum hann als ikki tímdi at lurta eftir. Sodavatnirnar, hann seldi okkum, kundu heilt vist ikki røkka til eina tímaløn, sum tú kundi liva av. Kl. 11 (23:00) lukkaði Bakkin, og so var tíð uppá so spakuliga at fara til hús. Vart tú enn svangur ella tystur, var pylsuvognurin hjá Hjørdis opin, og automatin hjá Karini og Skýlið hjá Øssuri tað sama, og onkuntíð var kanska onkur fitta genta, sum tú kundi fylgja heim.

Skúlaárini er ein søga fyri seg, men sjálva skúlagongdina skal jeg ikki siga so nógv um her. Jeg hevði stuttan veg í skúla, men fyri tað var jeg meira enn onkuntíð ov seinur. So mátti man bíða uttanfyri, til morgunsangurin var liðugur. “Hvussu ber tað til, at tað eru tey, sum búgva nærmast skúlanum, sum koma mest for seint”, spurdi Johan Djurhuus, og hvat skuldi man svara. Vegurin heimaftur úr skúlanum kundi onkuntíð vera nógv longri enn í skúlan. Einaferð gloymdi jeg taskuna eftir í skúlanum. Tá ið jeg kom eftir henni einaferð út á seinnapartin, segði Dinna, sum vaskaði í skúlanum, at tað var gott, at jeg ikki hevði gloymt meg sjálvan. Tað mátti jeg líka hugsa um, áðrenn jeg heilt skilti, hvat ið hon meinti við.

Alt í alt kann jeg bara siga, at eftir skúlagongdina í Vágs skúla var jeg rættiliga væl fyri at taka við teimum útbúgvingaravbjóðingum, ið komu seinni. Jeg havi heldur hug til at nevna samanhaldið og virksemið í flokkinum. Jeg nevndi í byrjanini, at okur ofta gingu túr runt í bygdini seint summarkvøldini eftir, at Bakkin var stongdur. Fyri stuttum spurdi jeg ein lærara, um okra flokkur var nakað øðrvísi enn aðrir flokkar, og hann segði, at lærararnir tosaðu væl um okkara flokk fleiri ár eftir, at okur vóru givin. Tað var jeg glaður fyri at hoyra.

Okur vóru helst nakað uppreistrarsinnað. Tað lá líkasum í luftini um ta tíðina í 1968, tá ið okur byrjaðu í 1. real. Okur fylgdu jú væl við í øllum, sum gekk fyri seg úti í heimi og fingu íblástur til broytingar. Men okur vóru eisini sera virkin við ymiskum. Okur høvdu ymisk tiltøk fyri at savna pening til at fara eina ferð til Italia fyri, tá ið skúlin var liðugur. Okur spældu millum annað sjónleik í Framtíðini, sum okur eisini ferðaust runt Suðuroynna við, og okur skipaðu fyri diskoteki í Framtíðini. Tað man hava verið eitt tað fyrsta diskotekið í Føroyum. Hannemann o.o. hjálptu okum, Dánial Petur Thorsteinsson var so fittur at lána okum sítt stóra og dýra B&O stereoanlegg, og Ólavur Skaalum lánti okum plátur. Tað skulu teir hava takk fyri. Líka mikið, ungdómslívið í Vági um hesa tíðina var tað besta, tú kundi hugsa tær, og stóð mát við alt annað, ið aðrir og størri býir høvdu at bjóða sínum ungu. Tað veit jeg fyri vist og av royndum.

Jeg var so glaður fyri, at abbadótturin fór á ítróttarháskúla í Vági nú í januar. Jeg ynskti, at hon sum jeg fekk Vág inn undir húðina, og tað var líka við at eydnast, tá ið Korona kom og oyðilegði tað. Hon var júst farin at trívast ordiliga væl og merkja dygdina í býnum, tá ið tey vóru send heim.

Jeg havi nógv at takka Vági og vágbingum fyri. Betri livi- og lívsumstøður kanst tú ikki ynskja tær í einum barna- og ungdómslívi enn tað, ið jeg upplivdi. Tað havi jeg sæð í ríkiligt mát, nú jeg havi verið burtur í so mong ár og í mong ár havi undirvíst børnum og ungum.

Jeg fari at takka øllum teimum (mong tíverri eru farin) og tykum, sum hava ríkað mær lívið, og so fari jeg eisini at takka tykum øllum, ið dag og dagliga stríðast fyri, at Vágur skal vera eitt líka so lívligt og liviligt pláss, sum og tá ið jeg vaks upp her. Tað veri seg innan bygda- og býarlív, barna- og ungdómslív, ítróttar- og mentanarlív, skúla- og átrúnaðarlív. Tað er mín fatan, at Vágbingar hava dugað og enn duga at arbeiða og halda saman, sjálvt um ikki øll altíð eru samd um alt. Á tann hátt fáa tykur sum mest og sum best burtur úr.

Jeg nevndi grannan Christian Nolsøe í byrjanini. Christian var pápabeiggi yrkjarar og tónleikarar sum Niels Petur Nolsøe (NePtuN), mínar skyldmenn Niels og Jóannes Nolsøe (Ljómur), Ulf Vaag Nolsøe (Papa Ulf), Rana og Eyðun Nolsøe (Frændir) o.a. Christian var eisini yrkjari eins og sonur hansara Páll, og gav eitt lítið men gott yrkingasavn út í 1973. Har er ein yrking, sum ljóðar soleiðis:

Lagna mín

Sig mær lagna mín,

hvar er bústaður tín?

leið meg at glugganum har

og sín fyri mær,

tað sum mannaeyga ongantíð sær,

tað dulda hví og hvar

fjalt í loyndardýpi tær.

Ert tú mær bonsk – mær blíð,

gøtan mær sólgylt,

kanska glerstoytt og stríð,

kanska skurslut og hvøss við tornum í?

Nei fjal, fjal fyri mær

tað loyndarfulla hví og hvar,

lat ævinleikan geva svar.                      

Við hesum fari jeg at ynskja tykum øllum alt tað besta og eina framhaldandi góða jóansøku.

Takk fyri.

Facebook viðmerkingar