Søkt verður eftir einum námsfrøðiligum stuðli til næming, við avbjóðingum í Sumbiar skúla.
Søkt verður eftir námsfrøðingi í tíðaravmarkað starvfrá 1.august 2020. Talan er um áleið 10-12 tímar um vikuna.
Lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Um eingin námsfrøðingur søkir, verður annað fólk sett í starvið.
Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og fegin vil hava gott samstarv við leiðslu, lærarar, foreldur og næmingar.
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 8. juli, kl. 12.00.
Umsóknin skal sendast til maj-britt.jacobsen@skulin.fo
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til fyrstalæraran á tlf. 224501.
Maj-Britt Jacobsen
Fyrstilærari Sumbiar skúli
Tlf. 224501
Facebook viðmerkingar