Samgongan samtykkir eina privatiseringslóg fyri sína egnu skyld

Vit viðgera í løtuni uppskotið um nýggja lóg fyri sjófeingi. Alt bendir á, at hetta kann gerast ein lagnudagur fyri fiskivinnu okkara. Og ein sorgardagur fyri so nógv fólk knýtt at fiskivinnuni.

Tað er eingin loyna, at Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við uppskotinum um nýggja lóg fyri sjófeingi. Tað gera hinir andstøðuflokkarnir heldur ikki. Fleiri ábendingar hava eisini verið um, at serliga umboð úr Sambandsflokkinum ikki hava tikið undir við fleiri tættum í lógini.

Spurningurin er í grundini, um nakar annar enn Fólkaflokkurin tekur undir við nýggju lógini fyri sjófeingi?

Reiðarar ivast í nýggju lógini.

Vanliga fólkið á gøtuni tekur ikki undir við lógini.

Landsbankin sigur, at eingir pengar fara at koma inn í landskassan.

Skatta- og løgfrøðingar siga tað sama.

Og álvarsamast av øllum: Fiskimannafelagið mælir frá at samtykkja uppskotið.

Samgongan segði seg vilja skapa tryggar karmar fyri fiskivinnuna. Men skulu fiski- og útróðrarfólk ikki hava tryggar karmar?

Er tað ikki uppgávan hjá samgonguni at tryggja, at felags ríkidømi okkara kemur fleiri enn nøkrum fáum útvaldum og útlendingum til góðar?

Øll, sum hava verið hoyrd í málinum, mæla frá at samtykkja uppskotið.

Hví lurtar samgongan ikki?

Var fiskivinnan miðsavnað áðrenn hendan samgongan tók við, so verður hon enn meira miðsavnað við nýggju lógini. Í veruleikanum staðfestir lógin bara, at eingir nýggir aktørar skulu sleppa framat. At útlendingar frítt kunnu selja og keypa seg til felags ogn okkara uttan at lata eina krónu eftir seg í Føroyum. Og at felags ríkidømi okkara fyri allar ævir skal avhendast nøkrum heilt fáum útvaldum.

Eftir stendur vanligi føroyingurin, vanliga fiski – og útróðrarfólkið, sum stóri taparin.

Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin

Facebook viðmerkingar