Vágs kommuna søkir eftir leiðara til Miðlatún í Vági

Søkt verður eftir leiðara til Miðlatún. Leiðarin í Miðlatúni hevur eisini høvuðsábyrgdina av Visit Suðuroy skrivstovuni. Starvið er fulla tíð og verður sett frá 1. september 2020 ella skjótast tilber eftir tað.

Um Miðlatún
Miðlatún er ein tænastudepil ætlaður borgarum og vitjandi. Í Miðlatúni húsast Visit Suðuroy skrivstovan, Býarbókasavnið, umsiting av Fjarlestrardeplinum, umframt at Miðlatún eisini er ein kunningardiskur til borgarar og vitjandi.

Miðlatún er eisini staðið har ferðafólk venda sær, bæði umvegis telefon, teldupost, sosialar miðlar og koma á staðið. Av somu orsøk er neyðugt at hava eina breiða vitan um hvat hendir og hvørjir møguleikar eru í Suðuroynni.

Leiðarastarvið
Starvið, sum leiðari, er eitt sera spennandi, fjølbroytt og sjálvstøðugt starv, við nógvum og fjøltáttaðum avbjóðingum. Við høvuðsábyrgdini av Visit Suðuroy skrivstovuni í Vági kemur leiðarin eisini at mynda kommunala leiklutin í menningina av ferðavinnuni í nærumhvørvinum – ein vinna sum er í stórum vøkstri og hevur verið fyri stórari broyting seinastu árini.

Leiðari verður saman við starvsfólkunum í Miðlatúni, vinnuni og borgarum í nærumhvørvinum, at menna og leggja tilrættis tiltøk í Vági, sum hava við ferðavinnu, mentan og ítrótt at gera.

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
• at leggja framtíðarætlanir
• at samskipa tiltøk
• at marknaðarføra (bæði í ferðavinnuhøpi og kommununa sum heild)
• at røkja heimasíðuna og aðrir sosialir miðlar hjá kommununi og Visit Suðuroy skrivstovuni
• at samskifta við viðskiftafólk
• at veita dygga ráðgeving og góða tænastu
• at samstarva við veitarar og kunningarstovurnar í landinum.
• at skipa og leggja tilrættis arbeiðs uppgávur- og býtið í Miðlatún

Vit vænta:
• viðkomandi útbúgving á BA-Støði
• evni at stjórna
• góð samstarvsevnir
• góðan málkunnleika
• góðan telduførleika
• framsíggin, virkisfúsur og flexibul
• at umsøkjarin er vanur við at arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða tær:
Vit bjóða tær eitt spennandi arbeiðspláss.

Arbeiðsdagarnir í Miðlatún er um summarið sera lívligir, og í starvinum fært tú samband við fólk úr ymsum londum, lærir um hvat tey søkja og somuleiðis lærir tú eisini okkurt nýtt um londini, ið tey koma frá.

Talan er um spennandi starv, har leiðarin í góðum samskifti og samstarvi við lokalar veitarar verður við til at skapa spennandi tilboð og tænastur til frama fyri vitjandi og borgarum í nærumhvørvinum.

Lønarviðurskifti:
Starvið er lønt samsvarandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og avvarðandi yrkisfelag.

Meira fæst at vita við at seta seg í samband við skrivstovuna á tlf. 663000

Freistin at søkja starvið er 17. juli 2020 kl. 12.00

Umsóknin skal sendast til:

Vágs kommunu
Vágsvegur 30
Postboks 29
FO-900 Vágur

Ella umvegis teldupost á vagur@vagur.fo

Facebook viðmerkingar