Ein heilt serlig útgáva av framkomnum gallskapi ger nú um seg á vegnum til tann annars snotiliga hvalbiartunnilin.
Tunnilin, sum tíverri varð lagdur alt ov høgt, er sera væl frágingin, so sum aðrar verkætlanir hjá Articon eru tað, men politiska handalagið var og er hinvegin út av lagi vánaligt.
Mest átøkt einum sum fer í nýggj mótaklæði upp kroppin og gummistúvlar upp á beinini.
Fert tú ein túr gjøgnum flunkandi nýggja hvalbiartunnilin, skalt tú skorað teg út á ytstu grasstráðini, um tú møtir øðrum bili uttan fyri tunnilin. Soleiðis er og verður skilið báðumegin við á hundraðtals metrum av oldtíðarvegi bæði Trongisvágs- og Hvalbiarmegin.
Hálvonnur bilbreidd er avtikin um alt landið, og dagførdir tvísporaðir vegir gjørdir ístaðin; men ikki í Hvalba og Trongisvági. Har skal man nú í 2020 við vold og makt trokast inn á hálvaaðru bilbreidd á serliga vandamiklum leiðum.
Tað tekur ein seinnapart ella báðar tveir at dagføra vegaføringina nú amboðini eru har, tilfarið er har og fólkið er har.
Men tíverri, politiski viljin er ikki har, og evnini heldur ikki.
Vegurin Nes Vágur varð gjørdur fyri hálvari øld síðan, og nústaðni fáa vit umstøður til gangandi, rennandi og súklandi fólk.
Hálva øld seinni, og trey sum ganga, renna og súkla eru himmalfegin um hesa dagføring.
Nes Hvalba er fagrasta landslag í landinum og ein náttúruperla burturav. Frítíðarlívið, sum blómar um alt landið, er upplagt har á leiðini, um ferðslan verður lagað hareftir.
Men hvat. Ein tingmaðurin segði, at hann ongantíð hevði sæð nakran gingið har, so har var ikki neyðugt við nøkrum dagføringum.
Hesar eru kreftirnar, ið hvalbingar og suðringar hava ímóti sær, og tað er nú í 2020, at tað hendir.
Vegaføringin til hovstunnilin varð í síni tíð tikin úr hondunum á landsstýrismanninum, og vit fingu ein tann besta tunnilin í landinum við ongum sperðilsendum hangandi uttanfyri. Tá ætlaði man sær eisini at fara spolandi upp undir Hovstúgvuna við tilhoyrandi autostradum í líðunum Hovs- og Øravíkarmegin.
Vanligt vit og skil støðgaði tí galskapinum.
Soleiðis er tað ikki longur. Her er eingin, ið tekur í nakkan á vitloysinum, og tað er nú spell.
Hergeir Nielsen
Facebook viðmerkingar