Almennu Føroyar verða avtoftaðar

Spurnartekin má setast við, hvat endamál ella orsøk er fyri førda politikkinum hjá samgonguni higartil. Almenni geirin og skipanirnar í tí almenna verða so við og við niðurlagaðar, ja næstan í eini handavending, meðan harraboð frá stórkapitalinum fáa síni áhugamál avgreidd uttan himpr.

Ein kreppa kom, men heldur eftirsnarin hevur samgongan vent sær og einamest apað sær eftir dønum. Tó hon hevur apað sær, so hevur samgongan verið afturhildin og funnið sær neyðloysnir uttan fyri landskassan, sum til dømis at taka úr kakudósini hjá ALS. Hjálparpakkarnir hava sum heild verið merktir av, at átøkini eru alt ov stutt til at lofta vinnuni, og til dømis ferðavinnan stendur á einum markamóti, har spurningurin er, um hon fer at yvirliva. Støðan hjá smáfyritøkum og ávísum innan tænastuvinnuna hevur eyðsæð minni virði enn tey, sum yvirvaldið ásetir sær.

Heilsuverkið hevur ongan góðan

Heilsuverkið fær ikki hægri játtan, hóast tað hevur staðið á odda fyri eini stórari avbjóðing í at berja farsóttina. Tí átti tað at verið ein sjálvfylgja at fingið hægri játtan nú. Men nei. Fíggjarmálaráðharrin hevur tráað eftir at skerja og spara við villum huga.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan misti játtan á fíggjarlógini fyri 2020, undan at sóttin kom, tí ein privat fyritøka vildi hava størri part av lagkøkuni. Ein fyritøka umboðað av einum løgtingslimi. Nú landið skal halda skansan, tá markið verður latið upp aftur, hevur sama fyritøka og ein onnur, fingið eina samfelagsuppgávu, uttan heimild, at kanna ferðandi, og játtan fylgir við. Somuleiðis alt við vinningi fyri eyga. Hví Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki fær uppgávuna tykist at vera ein samskiftistrupulleiki hjá løgmanni og uttanumtos annars.

Filmar til íslands

Ein maður segði einaferð, at Føroyar burdu framleitt ein stórfilm um Trónd í Gøtu á støði við stórfilmar sum Braveheart. Nú tá ið stóra framleiðslan av filmsrøðini TROM, sum eru føroyskar søgur, skal fara í gongd, mugu tey leita sær til Íslands eftir fígging, tí í Føroyum hava tey ongan góðan. Braveheart í Gøtu kann ikki lata seg gera, tí sambært Braveheart á Strondum, landsstýrismanni, kann onkur koma í morgin og spyrja um pengar, tí tey eisini hava eina ætlan og tískil mugu hava somu, ella hægri, upphædd. Segði nakar glíðibreyt? Talan er um 4 mió. Ella umroknað til fýra piparnøtur eftir sambandska gjaldoyranum.

Fiskivinnan ein skundverður

Seinasti naglin er sjálvandi fiskivinnan, sum onga viðgerð fær yvirhøvur. Avtøkan av nýskipanini var skjót, og broytingarnar vóru óivað longu prentaðar frammanundan valinum. Og nú, tá ið skattaviðurskifti í fiskivinnuni skulu viðgerast, kemur eitt so ivasamt og holut uppskot fyri tingið, at Føroyar kundi líka so frægt ikki havt nakra lóg á økinum.

Serfrøðin sigur, at tað kemur onki inn í landskassan, og at vinnan kann tillaga seg soleiðis, at lóggávan í roynd og veru ikki riggar. Eyðsýnt er, at tað fellur á óvanliga góða jørð hjá teimum, sum eru í fiskivinnuni, meðan landskassin ella almennu Føroyar gera sær ómak at seta í gildi eina lóg til onga nyttu og missa inntøku fyri at geva fiskiríkidømið burt. Hvussu kunnu okur tryggja eitt vælskipað vælferðarsamfelag í framtíðini? Eitt vælferðarsamfelag, sum hevur klárað at loftað trupulleikunum av farsóttini, hóast tað var treyðugt av samgonguni, og samstundis verður niðurlagað, soleiðis at nøkur verða betur stillað enn onnur.

Sláið manngarð um vælferðarsamfelagið!

Fyrst og fremst mugu málsøkini í almenna geiranum styrkjast við raðfestingum og hægri játtanum. Men samstundis skal vælferðarsamfelagið eisini verjast móti politiskari hugsjón, sum vil tað almenna, har piparið grør. Verjast soleiðis, at játtanir og karmar ikki broytast, eftir at ein privat fyritøka vil hava størri part av marknaðinum. Lata okur tílíkar mannagongdir, sum longu er hendar, gerast forrættindi, loyva okur avtøkuna av almennu Føroyar.

Næst er, at Føroyar eru smáar, men styrkini og virkishuginum bilar onki. Og tá stórar verkætlanir standa til at seta Føroyar á heimskortið, mugu almennu Føroyar vera til reiðar at traðka til. Filmsrøðin TROM kann tulkast sum einsinnishending, og landsstýrið kann saktans veita fígging til eina tílíka ætlan við treytum, áðrenn hon leitar sær til onnur lond. Møguliga verður afturberingin trífaldað.

Triðja er, at okur mugu fáa eina breiða og umfatandi semju um fiskivinnuna og ikki partapolitiskar skundverðar, sum eru littir av einkarætti og framíhjárættindi til tey fáu. Ogn Føroya fólks er fiskiríkidømið, og tað er ongin annar enn almennu Føroyar, sum skulu umsita økið, meðan fyritøkur fáa loyvi at gagnnýta tilfeingið fyri marknaðarprís. Alt annað er at styrkja fámannastættin.

Skattalóggávan hjá samgonguni gevur ikki eina krónu meira í vælferð, men tryggjar teimum vælbjargaðu betri sømdir. Jú sanniliga eru nøkur javnari enn onnur, sum Orwell á sinni tók til. Bústaðir er haltað til frama fyri ein vinnuligan bústaðarmarknað ella tað, at privatar fyritøkur eisini her skulu loysa tey almennu tiltøkini av. Í báðum førum niðurlaga okur styrkina í vælferðarsamfelagnum, soleiðis at almenn átøk verða minkað og beinleiðis yvirtikin av privatum fyritøkum.

Skattalóggávan skal tryggja vælferðina, og bústaðarøkið má hava eitt sterkt alment ítak. Í baksýninum eru okur komin væl frá avbjóðingunum, sum farsóttin hevur lagt fyri okum, men tað er í ein stóra mun, fyri tann sterka almenna geiran, ið var til reiðar at lofta hesum. 

Jeg øtist, tí tað eru meiri enn trý ár eftir av hesum samgonguskeiði, og spurningurin er, hvussu nógv av okra vælferð verður søplað burt fyri vinapolitikk og stórkapitalin?

Jens Arni Leo Hammerfoss, Javnaðarflokkurin

Facebook viðmerkingar