Páll Thomasen 80 ár – ein føðingardagsheilsan

Í dag, 1. juli,  fyllir Páll Thomasen í Vági 80 ár.

Páll er næstelstur í systkinaflokkinum hjá Alfridu og Palla í Tøðuni. Hergerð er elst. Honum á baki koma Bireta og Henrikka.

Hann sleit sínar barnaskógvar á Brekkubø. Og raskur var hann at leiða lítlabeiggjan.

  Hóast hann var illa plágaður av astmu sum smádrongur, kom hann væl undan og fór til skips, sum aðrir dreingir tá á døgum. Hann var báði við sluppum og línubátum, við Íslands og Grønlands strendur.

Eitt skiftið arbeiddi hann – eins og mangir føroyingar – í fiski í Íslandi.

  Tá ið teir sigldu til Onglands við ísfiski, var mangan spennandi at bíða. Mestur høvdu teir okkurt gott við til okum, sum vóru óvitar. Tað vóru “ófriðarligar tíðir” í Vági, tá ið skipini vóru afturkomin úr Onglandi: hvør drongur gekk við revolvarabelti um miðjuna, í kóboyhatti og við sjeriff-stjørnu á bringuni…   

  Tá ið hann legðist uppá land, arbeiddi hann á Suðurfisk, Polarfrost, Tvøroyrar Flakavirki, Sancy Seafood og PALM. Allastaðni hevur hann verið avhildin – ikki minst hjá flakakonunum, sum skuldu hava knívarnar hvestar. Fittur í hondunum, sum hann er, varð hann eisini settur at skifta knívar í flakamaskinunum.

  Musikalskur hevur hann altíð verið. Hann hevur spælt uppá alskins instrument. Asietturnar, sum tey gomlu høvdu fingið í brúdleyps-gávu, vórðu fyltar við vatni. Tað fall nokk ikki í góða jørð. Annars var vanligt at spæla uppá vatngløs og krukkur.

Hann bestilti sær ein “Jørgen Ingmann bygg-sjálvur-guitar” í 1950- unum. Men, tað var ikki sum at siga tað… at líma og seta saman, og so fáa ein líkinda guitar burturúr. (Leivdirnar liggja vist enn á loftinum hjá okum…)

Í heiminum varð spælt og sungið báði tíðliga og seint.

Einaferð kom pabba heim úr Føroyingahavnini við einari gamlari harmoniku. (Sum hann hevði keypt frá Floyti-Karl)

Tað var eitt hundalív við hesari harmonikuni, tí bjølgurin lak sum soldið! Hon minti mest um ein særdan hermann við heftiplástrum og alskin holum. Men, tónar komu nú burturúr kortini…

Til stuttleikar kann verða nevnt, at Páll var fyrsti sologuitar-spælarin í Vági, tá ið Robert og Red Boys gjørdu um seg á sinni. Enn hoyrist guitarurin, tá ið “Vágsbygd, mín heimbygd” verður spældur í Útvarpinum. At abbasonurin, Ingi Poulsen, nú ger hol í føroyska poppsjógvin, er ikki av ongum. Tað er honum ein sonn frøi, og hann fylgir væl við. 

Páll hevur ongantíð gjørt nakað serligt um seg. Hann hevur livað sítt friðarliga lív uppi á Brekkubø, har tey bygdu sær hús í 1980. Hann giftist Kristinu av Økrum, og tey fingu døturnar Joan, Alis og Eilin, sum allar eru fittar og skilagóðar.

Hjá abba- og langabbabørnunum hevur tað verið ein sonn lukka at hava ein so tolsaman og fittan abba, sum altíð er til reiðar at rætta eina hjálpandi hond, koyra bil og taka sær av sínum smáu.

  Ikki ger hann so nógv við tónleikin longur. Men, tað kemur meira enn so fyri, at harmonikan verður drigin úr kassanum. Og tá rungar musikkur um allan Brekkubø.

Góði bróðir! Áttati er eingin aldur nú á døgum! Tær allarbestu kvøður, nú tú ert komin til kempualdurs.

                                                                        Arnfinnur  

Facebook viðmerkingar