Nøkur pláss eftir til námsfrøðihjálparaútbúgving á Heilsuskúlanum

Nøkur tøk pláss eru eftir og tí er enn møguligt at søkja inn á nýggju útbúgvingina til námfrøðihjálpara, sum byrjar 18. august.

Við útbúgvingini fært tú vitan um námsfrøði, sálarfrøði, mentan og virksemi, rørslu, útilív og samskifti, innan barna- ella serøkið, umframt at tú møtir nógvum spennandi fólkum við sama áhuga sum tú.

Útbúgvingin tekur tvey ár og er væl tilrættaløgd, og er sostatt skipað við undirvísing á skúlanum, fjarlestri og starvsvenjing á stovnum í Føroyum, soleiðis at teori og praksis verða knýtt saman.

Um hetta hevur vakt tín áhuga ella tú hevur ivamál, ert tú vælkomin at skriva til heilsuskulin@skulin.fo.

Facebook viðmerkingar