Cafe Brim letur upp í Vági ónsdagin

I morgin lata vit dyrnar upp til Café Brim, sigur Miriam Norðberg. Mong hava spurt um menu’ina, har vit kunnu leggja fast, at tað verður ongin menu. Vit servera rættir til frokost, alt eftir hvørjar frískar rávørur vit fáa fatur á, greiður Miriam frá.

Hesa vikuna verður eggja-wrap við royktum laksi, avocado krem, salat og granatæble til frokost. Vit skifta frokost rættin ca. triðja-fimta hvønn dag. Leygardagar og sunnudagar er møguleiki at keypa sær brunch frá kl. 10-14. Annars vera lekkrar kakur og gott kaffi at fáa, sigur Miriam.

Vit koma at koyra við tí koncepti, at vit koma at hava gesta kokkar av og á. Kokkarnir koma við sínum mat-identiteti, sum bæði fer at skapa spenning, dynamik og útvikling her á Brim. So tað gleða vit okkum til, sigur Miriam at enda.

Cafe Brim er í miðbýnum í Vági á Vágsvegi 78 (tlf. 787876) og hevur opið hvønn dag frá kl. 10 til kl. 17:30.

Facebook viðmerkingar