Við 3-0 sigri er TB nærum tryggjað

Við einum greiðum 3-0 sigri í týðandi dystinum ímóti AB á Argjum, er TB nærum tryggjað framhald í Betri-deildini komandi kappingarár.

TB hevur nú 13 stig, meðan AB hevur 7 stig. TB hevur vunnið 3 dystir í ár, meðan hvørki AB ella Skála hava funnið nakran dyst hetta kappingarárið.

Hóast tað eru 8 umfør eftir, so er tað lítið sum bendir á, at AB ella Skála skal megna at vinna somikið av stigum, at tey liðini fara framum TB á 8. plássi.

Næsti dystur hjá TB er ímóti KÍ við Stórá leygardagin kl. 15.

Facebook viðmerkingar