TB-KÍ leygardagin kl. 14

Leygardagin kl. 14 tekur TB ímóti oddaliðnum KÍ við Stórá. Bæði TB og KÍ koma til dystin við stórum sjálvsáliti, tí bæði liðini vunnu týðandi sigrar í seinastu umførunum.

TB vann 3-0 á útivølli ímóti AB, meðan KÍ í farnu viku vann 2-1 í toppdystinum ímóti HB.

KÍ stríðist fyri at endurvinna Føroyameistaraheitið, meðan TB tykist verða tryggjað frá niðurflyting, men sjálvsagt hevur ætlanir um at stríða seg uppeftir stigatalvuni.

Dysturin við Stórá byrjar kl. 14.

Facebook viðmerkingar