Leygardagin kl. 16.10 verður grannauppgerð í 2. deild hjá monnum, tá Royn tekur ímóti FC Suðuroy.
Royn er á 8. plássi í 2. deild við 14 stigum, meðan FC Suðuroy er á 2. plássi við 24 stigum. Men tá talan er um grannauppgerðir, so eigur ikki at verða hugsað so nógv um stigatalvuna – og soleiðis er helst eisini í hesum dystinum.
FC Suðuroy og Royn hava spælt dyst í Vági fyrr í summar, hetta var á jóansøku. -Og hóast FC Suðuroy vann dystin 1-0, so góvu hvalbingar FC Suðuroy ein skarpan gang.
Verður hugt eftir hagtølunum hjá Royn á heimavølli í Hvalba, so er eisini greitt, at talan er um ein sterkan heimavøll á grasvøllinum í Skørunum í Hvalba. Tí Royn hevur bert tapt 1 dyst á heimavølli í ár.
Dysturin Royn-FC Suðuroy byrjar kl. 16.10.
2. deildarliðið hjá TB spælir eisini á heimavølli í dag. TB tekur ímóti Undrið FF og tann dysturin byrjar kl. 16.00.
Facebook viðmerkingar