Norðlýsið fer frá bryggjuni við Naddodda-neystið leygardagin kl. 12-13 og kemur inn á Sandvík um 15-16 tíðina.
Í Sandvík verður stórt hátíðarhald á kajuni og í Ranhøll. Á báðum støðum verða røður fluttar fram og sangur verður eisini. Eisini verða lutaseðlar seldir við nógvum góðum vinningum, til frama fyri Norðlýsið.
Fólk verða biðin um at vísa varsemi og hugsað um tilmælini í samband við korona.
Facebook viðmerkingar