Gott nýggjár frá einum námsfrøðingi

Lesarin skrivar

Tá USA fór uppí seinna heimsbardaga, var hetta startskotið til eina risa kollvelting á arbeiðsmarknaðnum og í modernaða familjumynstrinum.


Tá risastóra landið í vestri, sendi flestu arbeiðsførar mans yvirum hav, at stríðast saman við sínum sameindu, stóðu fabrikkirnar heima tómar, tí arbeiðsmegin var í kríggj.

Ein fyritreyt fyri, at leikluturin hjá USA skuldi gera mun var, at ovurstóra framleiðsluorkan “over there” koyrdi við fullari kraft, annar var bara ein spurningur um tíð, áðrenn hernaðarmegin misti orku, vegna trot á útgerð og lóður.

Loysnin var, at konufólkini tóku yvir og hildu íðnaðinum í gongd gjøgnum kríggjsárini.

Í byrjanini, vóru tað yngri ógiftar kvinnur sum arbeiddu innan íðnaðin, men tá kríggi endaði, og verksmiðurnar aftur fóru at framleiða bilar, køliskáp og vaskimaskinur, hildu nógvar av hesum kvinnunum áfram á arbeiðsmarknaðinum og sjálvt um tær við tíðini fingu mann og børn, so valdu fleiri og fleiri at søkja sær arbeiði uttanfyri heimið.

Europa var hart rakt aftaná kríggi, men við góðari hjálp og íblástri frá USA, lyfti Europa seg úr øskuni og eisini her fóru hjólini so við og við aftur at mala.

Eisini her í okkara parti av heiminum vóru kvinnurnar avgerandi fyri at hettar gjørdist veruleiki og bleiv tað alt meira vanligt, at kvinnur arbeiddu úti.
Hettar rákið spjaddi seg eisini til norðurlond og til dømis í Danmark, vóru helvtin av giftum kvinnunum í 1970 á arbeiðsmarknaðinum

Tað, at arbeiðsmegin vaks við hesi uml 25%, setti ferð á framleiðsluna og lyfti búskapin ómetaliga nógv. Vegakervið vaks, fólk høvdu fleiri pengar og tænastur blivu útbygdar. Vælferðarstaturin var skaptur.

Men hvussu bar tað til, at kónur og serliga mammur, høvdu frælsi at velja millum at vera heimaarbeiðandi ella at arbeiða úti?

Jú, tað var tí vit í øllum hesum búskaparliga vøkstri, høvdu ein bólk av menniskjum, sum høvdu til uppgávu, at menna børnunum, meðan foreldrini góðu sítt íkast til samfelagsvøksturin.

Hetta vóru starvsfólk í teimum barnagørðum sum vóru bygdir í hesum tíðarskeiði, fyri at nøkta tann veksandi tørvin sum nýggja búskapar- og familjumynstrið skapti.

Og uttan hesu stovnsleiðarar, pedagogar og hjálparfólk var hesin vøkstur, og harvið eisini okkara modernaða vælferðarsamfelag, snøgt sagt ein ómøguligheit!
Nú á døgum, er talið á útiarbeiðandi kvinnum nógv hægri og fyri nógv er tað, at sleppa til arbeiðis, ein lívsneyðug fyritreyt fyri at fáa endarnir at røkka saman.

Nú endar jólaferian og skúlanir byrja aftur.

Í tvær vikur hevur KAF latið verkfallskassan hjá Føroya Pedagogfelag bløða, vælvitandi at hesa tíð á árinum eru flestu dagstovnar vanliga stongdir og familjunar hava tikið álit til hettar, við t.d. at taka feriu millum jól og nýggjár ella at avspáka hesar dagarnar og tí hevur verkbannið hjá KAF haft lítla og ongan týdning fyri familjurnar hesa tíðina.

Men nú er støðan ein onnur og gerandisdagur er aftur.

Og tað er avgjørt ikki, tí eg vil familjunum nakað ringt, og eg orsaka bara beinaveg fyri tað sum kemur nú, men eg vóni so innarliga at verkbannið fer at merkjast hart og brutalt frá nú av!

Bæði fíggjarliga og í mun til arbeiðsmarknaðin. Vónandi ikki so illa í heimunum runt landinum, men mest hjá arbeiðsgevarum, íðnaðinum og kommununum.
Nú hava vit í fleiri førum hoyrt, hvussu lívsneyðug limir hjá Pedagogfelagnum eru fyri almannaverkið og nú fara vit vónandi eisini at merkja hvussu lívsneyðug hesir limir eru fyri føroyska búskapin.

Tí soleiðis sum vit hava skrúvað okkara búskap og samfelag saman, so eru vit lívsneyðug, og tað er uppá tíðina, at vit fáa virðing fyri okkara arbeiði og fáa ta lønina vit hava uppiborið.

 

Jakob Skaaning

Facebook viðmerkingar