VB góða byrjan í steypakappingini

VB tók sunnudagin ímóti Stíf í steypakappingini hjá kvinnum í hondbólti. VB er í bólki við Kyndli, Stjørnuni og Stíf, og hetta fyrst umfari í steypakappingini tók VB ímóti Stíf.

Talan gjørdist um ein greiðan 33-21 sigur til VB, eftir at hálvleiksstøðan var 17-9 til heimaliðið.

Stóri málskjúttin hjá VB var Agnes Fallesen, sum gjørdi 12 mál. Caroline Ladefoged gjørdi 6 mál, Gurið K. Augustinussen 5 mál, Bára K. Mortensen 4 mál, Laila J. Eysturberg og Rannvá Johannesen 3 mál hvør, og Rúna M. Jacobsen gjørdi 2 mál.

Í hinum dystinum í bólki 2 vann Kyndil 31-21 á Stjørnuni.

Næsti dystur í Faxe Kondi steypakappingini er 28. januar, tá VB tekur ímóti Stjørnuni í Vágs Høll. 

 

Myndina tók Bjartur Vest

Facebook viðmerkingar