Takkarskriv til Tyrlutænastuna, MRCC, Eysturbúgvan, Vesturbúgvan, Vædderen og Brimil

Vit, reiðaríið hjá Nýborg TG 773, takka fyri tað megnararbeiði sum tyrlumanningin framdi í samband við hjálp at fáa mann av Nýborg til Landssjúkrahúsið. At fara út í bjargingararbeiði í slíkum veðri, krevur tey bestu av teimum bestu til at fremja slíkar uppgávur, og tað takka vit hjartaliga fyri.

Samstundis takkar reiðaríið, serliga manningini á Nýborg, MRCC, Eysturbúgvanum, Vesturbúgvanum, Vædderen og Brimli fyri tann stóra arbeiðslut, sum tit høvdu hvør í sær at hjálpa.

Hvat er ikki gott við eini hjálpandi hond í neyðini, hetta hava tit víst í verki, Orðatøkini 3,27 siga: Sýt ikki teimum hjálp, sum hava hana fyri neyðini – so satt sum tú ert mentur at lata hana!

Hetta hava tit sanniliga víst.

 

Heilsanir við stórari virðing.

 

Reiðaríið hjá Nýborg

Pf. Ocean Group Faroes Ltd.

Oyrarvegur 6

900 Vágur

 

 

Facebook viðmerkingar