Allan hjálparvenjari hjá U17 landsliðnum

U17 landsliðið hevur seinastu árini tikið risafet og í mars 2017 luttók landsliðið í UEFA Elite Round á Kypros. Tá vóru venjararnir Áki Johansen og Pól F. Joensen. Eisini kann nevnast at Elias El Moustage og Stefan Radosavljevic vóru við til hesa kappingina. Stefan spælir við TB/FC Suðuroy/Royn og Elias er fyrrverandi TB’ari.

Nú er nýggjur venjari settur hjá hesum landsliðnum og er tað Thomas Thinggaard sum stendur á odda fyri U17 landsliðnum. Afturat sær hevur hann fingið Allan Smedemark, sum hevur verið venjari hjá ymsum ungdómsliðum hjá Tvøroyrar Bóltfelag seinastu árini. Eisini var Allan formaður í ungdómsdeildini hjá Tvøroyrar Bóltfelag í 2017.

U17 landsliðið hjá Føroyum skal spæla innleiðandi EM-undankapping í oktober í Makedonia. Í bólkinum hjá Føroyum eru Spania, Ísrael og vertirnir Makedonia.

Hetta skrivar tb.fo

Myndin er frá tb.fo

Facebook viðmerkingar