“Vælvera” nýggj vælverustova í Vági

Tíðindi

Í dag lat upp nýggj vælverustova “Vælvera” í Vági. Vælvera bjóðar zoneterapi til vaksin og børn og thailendska fótmassagu.

 
Zoneterapi styrkir javnvágina í millum kroppin og sinni. Zoneterapi kann betra um lívsgóðskuna. Zoneterapi kann lætta um pínu.

Fótmassaga kann vera við at viðgera fleiri trupuleikar áðrenn ein byrjar uppá medisin. Fótmassaga er vælegna til fólk, ið eru forkøla, hava høvupínu, pínu í vøddum og til tey sum eru diabetikarar.

Vælvera heldur til á Vágsvegi 107 á Gørðunum (í sama bygningi, sum fysioterapistovan Turkis heldur til).

Upplatingartíðirnar eru soleiðis: Mánadag til fríggjadag kl. 10.00 – kl. 12.00 og kl. 13.00 – kl. 16.00

Facebook síðan hjá Vælvera er her.

 

Facebook viðmerkingar