Frá Grindabátafelagnum í Vági: Mánadagin verður fundur um íslandsferðina hjá Grindabátunum

Tíðindi

Mánadagin 19. februar kl. 20 verður fundur í Stóra Pakkhúsi um íslandsferðina hjá Grindabátunum í Vági.

Fyrst í juli mánað 2018 er strandamentanarstevnan Nordisk Kystkultur Festival á Siglufjørðinum í Íslandi. Ætlanin er at fara við fleiri grindabátum úr Vági til strandamentanarstevnuna á Siglufjørðinum. Hetta er sama stevna, sum var í Vági í 2016.

 

Øll, sum hava áhugað í ferðini, verða biðin at møta á fundinum mánadagin.

 

Grindabátafelagið

 

Facebook viðmerkingar