Taka væl ímóti at Suðuroyartunnilin nú eisini kemur á framskundaða dagsskrá !

Lesarin skrivar

Nú partar av samgonguni, m.a. Óluva Klettskarð úr Tjóðveldi, tekur væl ímóti uppskoti um eina endurskoðan av tíðarætlanini og fíggingini av tunnlum í Føroyum, so kunnu okur í Suðuroynni bara staðfesta, at okur eisini taka sera væl ímóti hesum og gleða okkum til at Suðuroyartunnilin nú kemur á framskundaða dagsskrá, eins og ætlanin er fyri tunlarnir norður um Fjall.

Okur í Suðuroynni hava nettup eftirlýst eina broyting í tíðarætlanini saman við einum alternativum hátti at fíggja tunnilsverkætlanir í Føroyum, soleiðis at projekteringin av Suðuroyartunlinum kann byrja í ár og arbeiði fara ígongd í 2022.

Sandoyartunnilin verður boraður ígjøgnum í 2022 og tá verður sjálvsagt hildið áfram at bora til Suðuroyar. Og har er longu gjørd ein ætlan fyri Suðuroyartunnilin.

Tann ætlanin fevnir eisini um uppskot um hvussu ein Suðuroyartunnil kann fíggjast á alternativan hátt, m.a. við at brúka Norðoyatunnilin, Vágatunnilin, og Eysturoyar- og Sandoyartunlar sum part av fíggjargrundarlagnum. Harumframt fer raksturin og sølan av Smyrli at verða partur av fíggingini, sum verður seldur, tá Suðuroyartunnilin er liðugur.

Eins og við farleiðini norður um Fjall, sum er ein forðing fyri menning í økinum, so er verandi farleið um Suðuroyarfjørð ein forðing fyri menning í Suðuroynni, har 9,5% av Føroyafólki búgva.

So okur í Suðuroynni taka sera væl ímóti at Suðuroyartunnilin nú eisini kemur á framskundaða dagsskrá !

 

Dennis Holm, borgarstjóri
Vágs kommuna

Facebook viðmerkingar