Væleydnað BETRI VK-7 í Vági um vikuskifti

Ítróttur Tíðindi

Leygardagin var rørslufelagið Hvistan í Suðuroynni vertur fyri BETRI vetrarkappingini, sum í ár varð runnin í Vági.

Veðrið leygarmorgunin var kalt og eitt lítið lot, men kortini góð rennilíkindi, tá ið teir umleið 40 rennarnir hildu avstað av Vágseiði út á Nes og so vestur aftur á Vágseiði, børnini runnu góðar 4 km og tey vaksnu knappar 9 km
 
Á heimasíðuni hjá Fræslum Ítrótti í Føroyum eru øll úrslitini frá kappingini og í øllum bólkunum, umframt eisini nakrar myndir frá degnum, ið annars endaði í Meinigheitshúsinum í Vági har Grannakaffi var á skránni har rennarar, stuðlar, bygdafólk og gestir løgdu leiðina inn á gólvi, til prát, kaffi, heiðursmerkjahandan og hugna. Heimasíðan sæst HER
 
Hvistan kundi annars serliga gleðast yvir, at vinnarin í opnabólkinum fyri kvinnur, gjørdist ein av Hvisturennarunum, Margreth Augustinussen. 
 
Komandi vikuskifti verður aftur tiltak í Vági, tá ið Fræslur Ítróttur í Føroyum vitjar suður við talentbólkinum, ið fer at venja í Marghøllini og eisini bjóða ungum suðuroyingum møguleikan at royna seg í ymiskum frælsum ítrótti í Marghøllini, tó ikki í kapping, men sum hugni og við tí fyri eyga, at kveikja áhugan hjá ungdómin at royna seg í frælsum ítrótti.
 
Meira at frætta um hetta verður á facebook vanganum hjá Røslufelagnum Hvistuni í vikuni.
 
Nakrar myndir frá seinasta vikuskifti síggjast her, ið Kamilla Sørensen næmingur á ítróttaháskúlanum tók.

Facebook viðmerkingar