Missiónsvika í Sumba 8.-11. mars.

Hesa vikuna verður boðið til missiónsviku í missiónshúsinum í Sumba.

Byrjað verður hóskvøldið kl. 20.00, tá Jógvan Højgaard talar og Mansbólkurin syngur. Fríggjakvøldið kl. 20.00 talar Ólavur Øre Hansen av Nesi í Eysturoy.

Leygarkvøldið kl. 20.00 talar Jónleif Danielsen Runavík og Streingjakórið í Porkeri syngur. Sunnukvøldið kl. 18.00 talar Ólavur Øre Hansen og Sumbiarkórið syngur. Tá verður eisini høvi at stuðla missiónsarbeiðinum við eini gávu.

Drekka verður fríggja- og leygarkvøldið. Sunnukvøldið verður nátturði.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar