Teknisk kort av Vági tøkt á internetinum

Tíðindi

Vágs kommuna: Tekniska deild hjá Vágs Kommunu hevur í eina tíð ment eina skrásetingar skipan saman við fyritøkuni Munin.fo, við upplýsingum um spillvatnsleiðingar, vatnleiðingar og øðrum í kommununi.

Skipanin, sum er at finna her http://vags.kort.fo/, er enn vegleiðandi, og verður tí heitt á borgarar um at seta seg í samband við Teknisku deild um komið verður fram á skeivleikar, og um tørvur er á nærri upplýsingum.

Atgongd til skipanina fæst á http://vags.kort.fo/

Kelda: www.vagur.fo

Facebook viðmerkingar