Suðringar tóku í 1. umfari í Betri-deildini ímóti NSÍ, sum hevur styrkt seg við m.ø. Johan Troest Davidsen í verjuni og Fróða Benjaminsen á miðuni.
Tað var eisini eitt sterkt NSÍ-lið, sum revsaði Suðringar í dag. Dysturin endaði 4-0, eftir at hálvleikstøðan var 2-0 til NSÍ.
Veðrið til fótbólti var ikki av tí besta, fitt av vindi lá vestur eftir vøllinum. NSÍ byrjaði undan vindinum og hetta hjálpti eisini NSÍ at halda trýsti høgt á Suðringa hálvuni.
NSÍ byrjaði eisini dystin væl betri enn Suðringar. Og tá 20 minuttir vóru farnir hevði Klæmint Olsen skorað tvær ferðir. Suðringar høvdu tá ikki havt nakra veruliga atsokn á NSÍ-málið.
Tá ein góður hálvur tími var farin fingu Suðringar fríspark uttanfyri brotsteigin hjá NSÍ, og Stefan skjeyt eitt sera gott skot, sum brast í stongina.
Hálvleiksstøðan var 2-0 til NSÍ, men í seinna hálvleiki spældu Suðringar undan vindinum. -Og við vindinum í ryggin megnaðu Suðringar at leggja eitt ávíst trýst á NSÍ og komu eisini fram til nøkur skot á mál.
Men tá seinni hálvleikur var hálvrunnin sløkti NSÍ vónina hjá Suðringum at fáa nakað burturúr dystinum, tá teir skoraðu til 3-0. Og tá 1 minuttur var eftir av vanligu leiktíðini bleiv støðan 4-0 til NSÍ.
Suðringar blivu revsaðir av einum sterkum NSÍ-liði, sum eisini var eirindaleyst, tá møguleikarnir blivu skaptir.
Í næstu viku skulu Suðringar vestur í Vágar, har 07 Vestur tekur ímóti.
Facebook viðmerkingar