KVF: Tvøroyrar kommuna arbeiðir við at byggja ein nýggjan skúla.

Tíðindi

Tvøroyrar kommuna arbeiðir við at byggja ein nýggjan skúla, hetta skrivar KVF á heimasíðuni.

Spurningurin er, hvar skúlin skal vera. Onkur vil vera við, at best er at hava hann í Trongisvági, har skúli er frammanundan, umframt ítróttarhøll og fótbóltsvøllur.

Onnur vilja vera við, at skúlin liggur best á Tvøroyri, har skúli eisini er, og so liggur hann miðskeiðis í býnum. 

Tey bera ótta fyri, at tað verður ov friðarligt í miðbýnum, um alt skúlavirksemið skal vera í Trongisvági. 

Skúlin á Tvøroyri er gamal, og hóast umvælingar eru gjørdar, so verður hildið best at byggja nýggjan skúla.

Fyri nøkrum árum síðani var farið undir ætlanina at byggja nýggjan skúla, og fyrireikingar vóru gjørdar til skúlan. Men semja var ikki um, hvar skúlin skuldi vera, og tí steðgaði ætlanin.

Nú hevur kommunan so sett sær fyri at fara undir at byggja nýggjan skúla, og at tað skal gerast í hesum valskeiðinum. Tí hevur tað eisini skund at fáa samtykt, hvar skúlin skal vera.

Tvøroyrar Býráð umrøddi skúlan á fundi í gjárkvøldið, og samtykt varð at skipa fyri einum evnisdegi fyrst í juni, har allir partar skulu vera við, og so skal avgerð takast um, hvar nýggi skúlin skal byggjast, upplýsir Henrik Weihe Joensen, býráðsskrivari á Tvøroyri.

Kelda: www.kvf.fo

Facebook viðmerkingar