Bú- og Heimatænastan søkir eftir heilsuhjálpara

Størv Tekstlýsingar Tíðindi

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir heilsuhjálpara í fast starv til heimatænastuna í sunnaru helvt frá 1. juli 2018, ella eftir nærri avtalu.

Talan er um 30 tímar um vikuna. Viðkomandi skal kunna arbeiða úti í økinum og inni á stovnum. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag – kvøld – nátt – og annað hvørt vikuskifti.

Vit vænta at tú;

  • Hevur royndir innan primera økið
  • Hevur góð samstarvsevnir
  • Hevur telduførleika á brúkarastøði
  • Hevur koyrikort til persónbil

Vit bjóða:

  • Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv har tú er við til at mynda og menna tænastuna í økinum.
  • Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvið
  • Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi.
  • Fakliga og persónliga menning

Lønar- og setanartreytir:

Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya

Um tú ynskir at vita meir um starvið ert tú vælkomin at ringja til

Beintu Virgarsdóttir deildarleiðara tlf. 793530 ella

Daimi Kjærbo eindarleiðara tlf. 793503

Umsókn: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy

att. Anna Djurhuus, leiðara

Eiðisvegur 28

900 Vágur

Teldupostadressa: bhs@bhs.fo

Umsóknarfreist 27. juni 2018

Facebook viðmerkingar