Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir heilsuhjálpara í fast starv til heimatænastuna í sunnaru helvt frá 1. juli 2018, ella eftir nærri avtalu.
Talan er um 30 tímar um vikuna. Viðkomandi skal kunna arbeiða úti í økinum og inni á stovnum. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag – kvøld – nátt – og annað hvørt vikuskifti.
Vit vænta at tú;
- Hevur royndir innan primera økið
- Hevur góð samstarvsevnir
- Hevur telduførleika á brúkarastøði
- Hevur koyrikort til persónbil
Vit bjóða:
- Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv har tú er við til at mynda og menna tænastuna í økinum.
- Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvið
- Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi.
- Fakliga og persónliga menning
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya
Um tú ynskir at vita meir um starvið ert tú vælkomin at ringja til
Beintu Virgarsdóttir deildarleiðara tlf. 793530 ella
Daimi Kjærbo eindarleiðara tlf. 793503
Umsókn: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
att. Anna Djurhuus, leiðara
Eiðisvegur 28
900 Vágur
Teldupostadressa: bhs@bhs.fo
Umsóknarfreist 27. juni 2018
Facebook viðmerkingar