Summarkonsert í Vágs kirkju

Kunngerðir Tekstlýsingar Tíðindi

Sunnudagin, 17. juni kl. 17 hevur Kirkjukórið Ljómur summarkonsert í Vágs kirkju. Á skránni eru føroyskir, norðurlendskir, enskir og týskir sálmar og sangir.

Kórleiðari hjá Ljómi er Petur Martin Johannesen. 

Kvøð við mær, harpa, hitt summarsins ljóð,

sum fold veitir frøi og fragd,

nú sólgeislar sveima frá fjalli til sjó,

og grønkast hvørt gil og hvør lægd.

Tær sælastu blómur úr moldini ól

hin vermandi, signaða sól. (O. á R.)

 

Facebook viðmerkingar