Selnes opið skip á Vági leygardagin

Nýggja fóðurskipið hjá Bakkafrost Farming P/F, sum hevur fingið navnið Selnes, kemur til kaj í Vági í kvøld. Fóðurskipið skal brúkast á aliøki A19 á Vágsfirði.

Í hesum sambandi bjóðar Bakkafrost teimum sum hava áhuga at koma umborð at síggja fóðurskipið, í morgin leygardagin 30. juni frá kl. 14-17.

Ein kaffimunnur og okkurt til børnini verður eisini at fáa.

Facebook viðmerkingar