Minningarorð Johannes Andreas Næs

Lesarin skrivar Tíðindi

Johannes Andreas Næs 16. september 1920 – 5. juli 2018 in memoriam

Nú fórst tú frægi faðir vár
um upsina ta síðstu,
har rásin var tær ikki rár,
tí Harrin veg tær vísti.

Tú vart í heimi okkar tann,
sum gøtur okkum gróv,
og farleið oss til beitir fann,
har grøðin hon var góð.

Tú vart oss ljós á lívsins leið,
ein viti sum oss vísti,
hvar kós um flúr var trygg og greið,
har bjarta blunk títt lýsti.

Tú mettur vart av árum nú,
men ungur tó í sinni,
tú segði frá um lívsins súg
úr tínum ríka minni.

Um barnaár, um fjall og strond,
um manndómstíð og vinarbond,
um faðirráð og móðirhond,
um heimalon og fjarløgd lond.

Nú gamal tú hvønn nýggjan dag
úr minniskeldum oysti
og festi hugarensl á blað,
ja, tey úr lagdi loysti.

Og kirkjan tær í sinni var,
missiónin ikki minni,
tú báðum tína søgu bar,
at leggja oss í minni.

Tú gekst í huga hvørja rók
við søgn og kapparímum
og skrivaði so breiða bók
um oynna Lítlu Dímun.

Tú gekst í talu tún og torg
um Nes í døgum ungu
og segði frá um vrá og borg
og lív á koladungum.

Í skúlaskapi lá tín sál
alt lív títt væl í virki,
tí lærdómur varð hjartamál,
sum menti vit og styrki.

Tú vart í landi okkar hann,
sum veik fekk við at læra,
hvar lærdómskeldan svallig rann,
har øll, tey kundu fara.

Tú vart ei bara faðir vár,
nei, verfaðir og meiri,
og abbabarnariðil stár
við teirra børnum fleiri.
——
Nú sjúkan hon tók yvirhond,
hon skerdi tær sjálvt lívið,
men aldri hvurvu kærleiksbond
til ætt og kæra vívið.
 
Tú mintist aftur á ta tíð,
tá Brynhild lív títt gylti,
og gav tær børn og leik í líð,
og forløg fró tær fylti.

Nú vart tú móður, faðir vár,
nú longdist tær um skarðið,
har gøta góð til sælu gár,
tá jarðarlív er farið.

Nú fylgdi tú í fedra slóð,
um gylta Himnaliðið,
har lívsferð endar sæl og góð:
Vár faðir hvíl í friði!
                                  

Vit – øll tíni

Facebook viðmerkingar